Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Póllendingarnar í Kollafirði farnir avstað aftur









Pólsku spesialarbeiðararnir, sum Føroya Handverkarafelag vildi hava sum limir í Norðstreymoyar Handverkarafelag, eru farnir avstað aftur, uttan at nøkur loysn fekst á málinum.

Teir 25 póllendingarnir komu til Føroya fyrst í mánaðinum at seta upp nøkur element í sambandi við útbyggingina av frystigoymsluni hjá Faroe Pelagic í Kollafirði.

Elementini vóru eisini komin úr Póllandi, og leverandørurin hevði sent pólsku arbeiðsmegina higar.

Føroya Handverkarafelag tók beinanvegin málið upp við leiðsluna á Faroe Pelagic og kravdi, at menninir skuldu gerast limir í Norðstreymoyar Handverkarafelag og lønast sambært føroyska handverkarasáttmálanum.

Annars hótti felagið við at fara í Fútarættin við teimum fyri at fáa steðgað arbeiðnum.

Tíðindi gingu um, at póllendingarnir bert fingu 35 krónur um tíman, hóast tímalønin hjá føroyskum handverkarum er 126,62 kr. Hetta bar tó ongantíð til at fáa váttað.

Í síðstu viku vóru póllendingarnir lidnir við uppgávu sína í Kollafirði og fóru avstað aftur.

Men sambært formanninum í Føroya Handverkarafelag, Suna Simonsen, ætlar felagið ikki at sleppa málinum. Tvørturímóti er ætlanin at fáa aðrar partar á føroyska arbeiðsmarknaðinum at vera við til at leggja trýst á politisku myndugleikarnir við kravi um at bera so í bandi, at útlendingar ikki sleppa at arbeiða í Føroyum, uttan at lúka føroysk sáttmálaviðurskifti.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið