Viðmerking til okkara tingmenn

02-02-2012 15.56.45

Harry Jensen borgarstjóri Skúgvi


Eg fekk ikki alt við, sum " OKKARA " tingmenn søgdu í útvarpinum í morgun, men eg hoyrdi kortini tað mesta.

 

Eg havi hug at koma við onkrum prísum, sum teir kanska ikki vita um.

 

Tá hugsi eg um farmaprísirnar, sum eru so himmalrópandi órættvísir fyri okkum á útoyggjunum.

 

Sjálvt um SSL sigur, at eg altíð eri so negativur, at tað er mín skyld, at onki hendir, so skrivi eg hetta.

 

Prísirnir á vanligt byggitilfar, so sum tak og annað, er ikki so lætt at finna út av, men til dømis sandur og skervur er ikki so ringt at finna út av.

 

Tí haldi eg, at eg skal koma við hesum, og eg samanberi tað við prísirnar í Sandoynna.

 

Um eg búði á Sandoynni og skuldi havt 20 tons av sandi, so hava tey ein fastan prís frá einum veitara, sum er 2500 kr, + sandin.

 

 

Um eg skal hava tað sama til Skúvoyar, er prísurin á leið 20.000,00 kr.

 

Hetta kemur av, at frakt prísurin er á leið 500,00 kr.

Av tí at Súlan lyftir so lítið, skal hvørt tonsið fyllast í 4 stórsekkir, sum kosta um 100,00 kr. stk.

 

Hetta ger at hvørt tonsið kostar um 900,00 kr. ella tilsaman 18000,00kr.

 

Afturat kemur so sjálvandi flutningurin í Sandoynna, sum er 2500,00kr.

 

Hetta er so dýrt, at sjálvt um eg havi fingið hetta at vita á røttum stað, er tað ilt at trúgva.

 

Eg havi so í hvussu er ikki ráð at royna um hetta passar í verki.

 

Tá vit nú fingu hesar skaðarnar í vetur, og skulu, sum øll onnur, royna at fáa sum mest burtur úr tí vit fáa frá tryggingunum, er tað sera keðiligt, at so stórur partur skal fara til farmagjøld, sum onnur ikki skulu gjalda.

 

Eg persónliga meti,at hetta við okkara farmaprísum er nógv skaðiligari fyri okkum enn ferðaseðlaprísirnir.

 

Vinarliga

Harry Jensen

Skúgvi


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin