Tá íløgan gevur 50% avkast!
|
07-08-2012 10.20.00
|
  
 
viðmerkingar
|
|
Hetta er ein greinarøð í seks pørtum hjá Hanus Samró
Fari við hesum at viðgera evnið fráflyting, sum hevur fylt eina rúgvu í miðlunum. Greinarøðin tekur ikki bara støði í politiska gerandisdegnum, men verður hon harumframt grundað á gerandisdagin, sum undirritaði hevur á Setrinum. Samantvinningin av praktiskum og politiskum áhugamálum er ikki so einføld, men skal undirritaði eftir besta førimuni halda tingini atskild.
Fyrsta greinin er um játtanina og økta næmingatalið.
Játtan
Fyri at seta kjakið í perspektiv er neyðugt at vísa á, hvussu nógvir pengar eru játtaðir til Setrið seinastu árini. Um vit taka tíðarskeiðið frá 2007 til 2012, eru játtanirnar hækkaðar úr 51,6 mió. til 71,5 mió. kr. Í prosentum er játtanin hækkað við umleið 40%.
Hetta er støðug og jalig framgongd, tí hon vísir, at politiska skipanin, sum umboðar allar flokkar á tingi, hevur í ávísan mun raðfest útbúgvingar í Føroyum. Gamaní, vit eru ikki komin á mál, tí ungdómur flytur framvegis av landinum, men um vit síðani hyggja at næmingatølunum, eru greiðar ábendingar um, at íløgan gevur avkast.
465 næmingar vóru við skúlaársbyrjan 08/09 á Setrinum, meðan umleið 700 byrjaðu í 10/11.
Fyrivarni skal hinvegin takast við tølunum, tí tølini eru grundað á siðvandu útbúgvingarnar, sum Fróðskaparsetrið bjóðar, tí um vit taka næmingarnar á t.d. Vinnuháskúlanum, eru tølini uppaftur størri.
Um vit taka allar hægri útbúgvingar, ið verða bjóðaðar í Føroyum, byrjaðu 605 næmingar í 07/08, meðan 876 næmingar byrjaðu við skúlabyrjan í 10/11. Í prosentum er hetta ein øking uppá 46%.
Harafturat kann nevnast, at 350 næmingar søktu á Fróðskaparsetrið í 2012, meðan 273 næmingar søktu í 2011. Hetta er somuleiðis ein øking uppá umleið 30%.
Møguleikar
Um síðani verður hugt at útbúgvingunum, sum verða bjóðaðar á Setrinum, eru valmøguleikarnir hesir:
Søgu- og samfelagsdeildin:
• Stjórnmálafrøði
• Samfelagsvísindi
• Søga
Læraraskúlin:
• Námsfrøði
• Læraraútbúgving
Føroyamálsdeildin:
• BA og MA í føroyskum
Náttúruvísindadeildin:
• Náttúruvísindi
• KT-verkfrøði
• Lívfrøði
Sjúkrarøktarfrøðiskúlin:
• Sjúkrarøktarfrøði
Tað hevur annars ljóðað, sum tað næstan ikki eru útbúgvingar at fáa í Føroyum, men omanfyri nevndu útbúgvingar fevna rættiliga víða. Gamaní, siðvandu útbúgvingarnar, sum løgfrøði (grundskeið verður bjóðað) og búskaparfrøði verða ikki bjóðaðar, sama kann sigast um sosiologi v.m., men tað er mín vón, at Fróðskaparsetrið í framtíðini kann bjóða hesar útbúgvingar. Tað er neyðugt at hava í huga, at útbúgvingarnar, sum søgu- og samfelagsdeildin bjóða, byrjaðu aftur við samfelags- og stjórnmálafrøði í 2010, aftaná at deildin hevði ligið still í nøkur ár.
Undirritaði var ein av teimum, sum byrjaði tá.
Týdningurin
Í fjør var fyrstu ferð í søgu Fróðskaparsetursins, at tveir árgangir gingu samstundis á søgu- og samfelagsdeildini. Sostatt vóru umleið sjeyti næmingar á deildini við skúlabyrjan 2011.
Komandi skúlaár verður tað fyrstu ferð, at tríggir árgangir eru samstundis. Fjøruti nýggir næmingar byrja aftaná summarsteðgin, og sostatt koma upp ímóti hundraðogtíggju næmingar at ganga á deildini, sum byrjaði í 2010. Hetta er at fegnast um, tí tað vísir eina støðuga menning, støðugan eftirspurning eftir útbúgvingum í Føroyum, tí vórðu útbúgvingarnar ikki bjóðaðar, er tað ikki óhugsandi, at hesi upp í móti hundraðogtíggju fólkini fluttu av landinum.
So týdningarmikil eru útbúgvingar fyri fráflytingina.
Tað eru sjálvandi byrjanartrupulleikar, sum lærarar og leiðslan á søgu- og samfelagsdeildini skulu taka sær av. Kann t.d. nevna, at undirritaði hevði jólaferiu frá desember til hálvan apríl, meðan aðrir næmingar byrjaðu síðst í januar og fingu summarferiu hálvan apríl.
Tíverri eru tað eisini floksfelagar, ið byrjaðu á Setrinum, sum eru rýmd til onnur lond at lesa, tí skeiðini vóru ikki nóg búgvin.
Sum sagt, í fjør var fyrstu ferð í søgu Fróðskaparsetursins, at tveir flokkar gingu samstundis á søgu- og samfelagsdeildini. Avbjóðingin komandi ár kemur at vera, hvussu leiðsla og lærarar handfara og samskipa tríggjar flokkar á rað.
Tað tekur tíð og orku at byggja eina útbúgving, men tað gera vinnuligar íløgur eisini.
Avkast
Tískil eri eg av tí áskoðan, at vit framhaldandi skulu menna søgu- og samfelagsdeildina. Íløgurnar eru gjørdar, men nú skulu lærarar og leiðsla hava støðugar karmar, fáa neyðugu royndirnar, áðrenn farið verður undir nýggjar útbúgvingar.
Ikki fyrr enn vit hava ment núverandi útbúgvingar, kunnu vit gera íløgur í t.d. løgfrøði (grundskeið verður bjóðað) og búskaparfrøði, ella okkurt heilt triðja. Hetta tekur tíð, men tað skal í framtíðini ikki koma fyri, at lesandi byrja uppá eina útbúgving í Føroyum, men rýma nakrar mánaðir seinni, tí skeiðini ikki vóru búgvin
Tíverri kemur hetta fyri, men tað er mín vón, at støðugir karmar og neyðugar royndir, sum núverandi samgonga mælir til, er skynsamasta loysnin, tí tølini omanfyri vísa, at íløgurnar geva 50% avkast.
Hanus Samró
Lesandi og løgtingslimur fyri fólkaflokkin
©
- Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur
|
|
| - |
|
| Hvørt SMSi kostar 15 krónur |
| | | | | | | | | |