Íslendska læran
Áhugavert er tað, at Altjóða fíggjargrunnurin (IMF), sum beyð Íslandi kreppulán, hevur yvirhøvur róst íslendingum fyri kreppuhandfaring landsins
Morgunblaðið/RAXEftir stívliga trimum árum hevur Ísland reist seg úr toftunum eftir fíggjarkreppuna. Hvat er tað, sum íslendingar hava gjørt rætt?
Sjálvt í 2008, eitt ár fult av fíggjarligum kreppum, var íslendska skrædlið nakað fyri seg. Í fleiri ár høvdu íslendskir bankar fingist við garðvill, lánfíggjað uppkeyp víða hvar í heimi. Eisini vanligi íslendingurin hevði gagn av kredittfloyminum og bløðrubúskapinum, og mong løgdu sær eina lánfíggjaða nýtslu til, sum var alt annað enn burðardygg. Íslendski búskapurin líktist einum ómetaligum pyramiduspæli og endaði við tí, sum tílík spøl eru von at enda: í skomm og tárum.
Á heysti 2008 var valla eitt land í Vesturheiminum, sum sá meiri fíggjarliga lamskotið út enn Ísland. Íslendska uttanlandsskuldin var næsten seks ferðir so stór sum BTÚ landsins, meginparturin var privat bankaskuld. Tá ið Lehman Brothers fór á heysin í USA, og fíggjakreppan herjaði á, var íslendska skuldin ógjørlig at stýra. Kortini: Av øllum kreppuraktum londum í Evropa er tað Ísland, sum nú sýnist koma skjótari á føtur aftur. Mong tøl og tekin benda á tað sama:
- Undirskotið á ríkisfíggjarætlanini er minkað úr 10 prosentum av BTÚ í 2009 til 3 prosent í 2011. Næsta ár væntar OECD, at Ísland fer aftur at hava yvirskot á fíggjarætlanini.
- Ríkisskuldin var sum mest 120 prosent av BTÚ, men verður væntað at minka við niður í helvt hesu megin 2014.
- Alt heystið 2009 fór íslendski búskapurin aftur at vaksa, eftir at hava krympað í sjey ársfjórðingar á rað. OECD væntar ein vøkstur í Íslandi við 3 prosentum í ár, nógv betri enn miðalvøksturin í Evropa.
- Arbeiðsloysið er í dag um leið 7 prosent. Sera høgt til at vera Ísland, men lægri enn fyri einum ári síðan – og Ísland hevur framvegis næsthægstu arbeiðsluttøkuna í Evropa eftir Noreg.
- Í juni í fjør megnaði Ísland aftur at selja ríkisskuldarbrøv á altjóða fíggjarmarknaðinum, eitt tekin um afturvunnið álit.
Víst s Ísland hevur framvegis nógv at dragast við. Men samanborið við onnur kreppurakt lond í Evropa kemur landið væl frá tí. So hvat er tað, íslendingar hava gjørt rætt?
Ikki til at bjarga
Onkuntíð er tað ein fyrimunur ikki at hava nakað val, skilst á einari nýggjari frágreiðing, sum búskaparfrøðingurin Zsolt Darvas hevur skrivað fyri tankaklekistovnin Bruegel Policy Contribution. Frágreiðingin A Tale of Three Countries. Recovery After Banking Crises samanber, hvussu bankakreppurnar hava verið handfarnar í Íslandi, Írlandi og Lettland. Og ein av opinlýsu fyrimununum viðvíkjandi Íslandi er, at landið hevði ikki ráð til at bjarga bankum sínum. Skuldin hjá teimum trimum stóru íslendsku handilsbankunum, tá ið fíggjarkreppan kom, var alt ov stór. Ísland var á ongan hátt ført fyri at halda hesum uppbólgnaðu skrímslum uppreistum, og Landsbankin, Glitnir og Kaupthing máttu fara á húsagang.
Fyrimunirnir við hesum verða týðiligir, um vit samanbera við Írland. Eisini har vóru bankarnir slopnir at bera seg serstakliga ábyrgdarleyst at í mong ár og høvdu lænt alt ov nógvan pening út, ikki minst til eigindómsspekulasjón. Men tá ið tað brast í 2008, veitti írska stjórnin trygd fyri írsku bankarnar – fyri skattgjaldaranna rokning. Hetta gjørdu írar ikki bara av umsorgan fyri sínum egnu bankum. Írland var eisini undir trýsti frá Evropiska Miðbankanum fyri at halda bankatrygdini uppi. Evropiski Miðbankin óttaðist fyri, at eitt írskt bankaskrædl fór at hava skaðiligar avleiðingar við sær og gera evropiska bankakervið ótrygt.
Úrslit: Írska fólkið má niðurgjalda eina ovurstóra ríkisskuld í mong ár fram – eina skuld áløgd landinum orsakað av vitleysa atburðinum hjá bankaleiðslunum. Meginparturin av missinum hjá íslendsku bankunum – fleiri hundrað milliardir norskar krónur – endaði harafturímóti hjá altjóða spekulantunum, sum høvdu veitt bankunum lán.
Krónufallið
Ísland hevur eisini havt aðrar fyrimunir í kreppuhandfaring sínari, samanborið við ES-lond sum Írland og Lettland. Ísland kundi niðurskriva krónu sína, men Írland nýtir evruna, og lettlendska gjaldoyrað lat er bundið at evruni.
Virðið á íslendsku krónuni varð brádliga sett niður í helvt eftir fíggjarkreppuna. Hetta hevði sjálvsagt við sær stórar kostnaðir fyri íslendingar, av tí at allar innfluttar vørur gjørdust nógv dýrari. Mangar av avleiðingunum hava sviðið meint, aðrar verið sjáldsamar, sum tá ið McDonald’s í 2009 tók seg burtur úr Íslandi, tí at so nógvar av rávørunum vóru vorðnar ov dýrar. McDonald’s-stjórin á staðnum, Jón Garðar Ogmundsson, gramdi seg fyri BBC um, at eitt kilo av leyki úr Týsklandi «var vorðið líka dýrt sum ein góð whiskyfløska». Hinvegin gjørdi lági krónukursurin Ísland nógv kappingarførari, og bæði útflutningur og ferðavinna hava havt stórt gagn av hesum.
Fyri ES-lond sum Lettland og Írland, sum ikki kundu týða til niðurskrivingarvápnið, hevur tilgongdin sviðið meint – og ikki givið líka góð úrslit fyri vøkstri og arbeiðsskapan. Hin valkosturin í staðin fyri at niðurskriva gjaldoyrað er sokallað «intern devaluering» – harðir niðurskurðir í almennum útreiðslum og munandi skert lønarstig, fyrst og fremst í almenna greiranum. Lettland varð meinast rakt av fíggjarkreppuni av øllum heimsins londum, við einum arbeiðsloysi, sum kom í hæddina við yvir 20 prosentum, og einum BTÚ-falli á 25 prosent. Nú hómast tekin til vøkstur eisini í Lettlandi, men talið á nýggjum størvum veksur seint. Gjaldoyraniðurskrivingin hjá Íslandi var nógv gagnligari enn innlendska niðurskrivingin hjá Lettlandi, heldur Zsolt Darvas, sum hevur skrivað Bruegel-frágreiðingina.
Í Íslandi er langt frá semja um, at tað er eitt vælsignilsi fyri landiðat hava sítt egna gjaldoyra ella ikki. Men Steingrímur J. Sigfússon, sum hevur verið fíggjarmálaráðharri, til hann nýliga tók við sum landbúnaðar- og fiskivinnuráðharri, er ikki í iva: «Høvdu vit ikki havt okkara egna gjaldoyra, hevði arbeiðsloysið verið nógv størri enn tað, vit hava nú», segði Steingrímur í einum viðtali við Nei til ES-blaðið Standpunkt í novembur í fjør.
Kapitaleftirlit?
Ein annar týdningarmikil partur av kreppuviðgerðini hjá Íslandi var at innføra strangt eftirlit við kapitalstreyminum til og úr øðrum londum – eitt víðgongt brot við óhóvsama liberala politikkin, sum var ein atvold til íslendsku bløðruna og skrædlið.
«Við ongum kapitaleftirliti hevði tað verið nógv torførari at tryggjað støðufastan vekslikurs, tað hevði givið nógv hægri rentur og gjørt tað ógjørligt at vart innanríkisbúskapin líka væl, sum vit hava gjørt», segði bankastjórin í íslendska miðbankanum Már Guðmundsson við tíðindastovnin Bloomberg í fjør heyst. Kapitaleftirlitið gjørdi tað ógjørligt at seta í verk spekulativar atsóknir ímóti gjaldoyranum og teimum endurreistu íslendsku bankunum, legði Guðmundsson áherðslu á.
Áhugavert er tað, at Altjóða fíggjargrunnurin (IMF), sum beyð Íslandi kreppulán, hevur yvirhøvur róst íslendingum fyri kreppuhandfaring landsins – enn eitt tekin um, at uppskriftirnar eru í broyting í IMF.
Umframt tær djúptøknu politisku atgerðirnar eru eisini nøkur natúrlig og mentanarlig sermerki við Íslandi, sum hava gjørt vegin burtur úr kreppuni styttri. Landið er vælsignað við ríkum náttúrutilfeingi sum fiski og ódýrari orku, og tað er eingin ampi. Íslendska fólkið er viðgitið fyri at vera serstakliga raskt og ágrýtið at arbeiða, og politiska skipanin hevur víst seg sum bæði umleggingar- og virkisfús. «Íslendingar hava víst serstakliga sterk evni til at fáa nakað framt», segði Svein Harald Øygard við norska blaðið Aftenposten í fjør. Norski McKinsey-maðurin Øygard var fyribilsstjóri í íslendska miðbankanum undir uppruddingini í Ísland í 2009.
Einki rot
Allar kreppur hava síni sereyðkenni, og ikki allar royndir úr Íslandi kunnu lata seg føra yvir á onnur lond. Men tað kann vera vert at leggja sær í geyma, at eitt land kann koma sær óvæntað væl burturúr at lata vanstýrdar bankar fara á húsagang. Íslendsku bankarnir vóru ikki «too big to fail» – teir vóru harafturímóti ov stórir at bjarga. Í viðtalinum við Standpunkt prísaði Steingrímur Sigfússon fíggjarmálaráðharri seg lukkuligan fyri, at Ísland ikki hevði ein livandi kjans at bjarga handilsbankum sínum: «Vit kundu havt mist nógvan pening, um vit yvirhøvur høvdu roynt at bjargað bankunum.»
Kostnaðirnir fyri at endurreisa eitt nýtt bankakervi hava verið høgir, men tað var tað kortini vert, heldur Steingrímur J. Sigfússon. «Fyrimunurin var, at tað gevur okkum eina nýggja byrjan. Vit fáa eitt heilt nýtt fíggjarkervi, sum ikki er tyngt av rotnum lánum».
Grýtuspælið um íslendsku skuldina?
Ísland er ikki bara eitt dømi um, hvussu skjótt eitt land kann koma fyri seg aftur eftir eina bankakreppu. Íslendingar hava eisini víst, at ein við grýtum til hjálpar kann ávirka fíggjarpolitikkin.
Icesave var eitt sparitilboð frá íslendska Landsbanka. Lánikundar í Stórabretlandi og Niðurlondum vórðu lokkaðir við óvanliga høgum innskotsrentum, og fleiri hundrað túsund tóku av tilboðnum. Men tá ið Landsbankin fór av knóranum í 2008, fingu 400.000 kundar sparipening sín frystan fastan. Í fyrstu syftu rindaðu bretska og niðurlendska stjórnarvaldið missin, men teir kravdu, at í næsta umfari skuldi íslendska ríkisstjórnin rinda hetta aftur. Ísland varð sett undir beinhart trýst: Varð Icesave-skuldin ikki rindað, fóru bretar og niðurlendingar at forða fyri, at Ísland fekk kreppulán úr Altjóða fíggjargrunninum.
Rokningin, sum Ísland fekk, var 30 milliardir krónur stór – næstan 100.000 norskar krónur hjá hvørjum íbúgva. Íslendska ríkisstjórnin hjá Geir Haarde forsætisráðharra játtaði at rinda. Altingið góðkendi eina semju við Stórabretland og Niðurlond um niðurgjalding í august 2009, seinni eina eitt sindur broytta avtalu í desembur sama ár. Men íslendingum líkaði illa, at teir skuldu átaka sær ábyrgdina fyri mistøkini hjá Landsbankanum, og tí fór maður av húsi í túsundatali at mótmæla uttan fyri Altingið við grýtum og grýtulokum.
Ólafur Ragnar Grímsson forseti lurtaði eftir fólkinum og grýtunum og sýtti fyri at skriva undir avtaluna og kravdi eina fólkaatkvøðu um málið. Í mars mánaði 2010 søgdu 93 prosent av íslendingum nei til avtaluna. Ein endurnýggjað Icesave-avtala varð vrakað av næstan 60 prosentum á einari nýggjari fólkaatkvøðu í februar í fjør.
Fólkið hevði talað týðiliga, og íslendska ríkisstjórnin gjørdi ta niðurstøðu, at tað var burturspilt aftur at taka upp samáðingar og halda nýggjar fólkaatkvøður. Men Stórabretland og Niðurlond standa framvegis við krøv síni, og stríðið er ikki av. Icesave-málið endaði í ESA, eftirlitsstovninum fyri EBS-avtaluna, í Noregi best kendur sum teir strongu embætismenninir, ið skulu ansa eftir, at vit halda ES-boðini. Í juni í fjør staðfesti ESA, at Ísland skuldi rinda alla skuldina eftir trimum mánaðum, sum sjálvsagt var púra órealistiskt.
Næsti leikur í Icesave-málinum er longu í gongd: ESA hevur nú stevnt Íslandi inn fyri EFTA-dómstólin fyri at fáa landið til at rinda. Men lukkutíð fyri íslendingar er málið krympað eitt sindur á leiðini: Tað er komið undan kavi, at virðini í búnum eftir Landsbakan eru nóg mikil til at rinda meginpartin av krøvunum frá Stórabretlandi og Niðurlondum, um ikki alt. Fyri jól varð fyrsti avdrátturin rindaður. Nú verður málið mest ein spurningur um gjaldingartempo, rentutreytir og møguliga revsigjald. Men íslendingar sita eisini eftir við nøkrum øðrum frá hesum málinum, segði Ólafur Ragnar Grímsson forseti, ið annars skjótt leggur frá sær sum forseti, fyri kortum: «Fólkaatkvøðurnar góvu fólkinum her á landi størri sjálvsálit, vístu vegin til meiri fólkaræði og vaktu ans og enntá hávirðing í øðrum londum».
Hendan greinin stendur at lesa á Sprotanum - sí www.sprotin.fo
Kelda: Per Anders Todal, DAG OG TID
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |