Rennur meiri í landskassan
Landskassin fekk meiri inntøkur í januar
Tøl hjá Taks vísa, at landskassin hevur fingið 217 milliónir krónur í inntøku í januar 2012. Hetta er 10 milliónir krónur ella sløk 5 prosent meira enn sama mánað í fjør.
Samlaðu inntøkurnar hjá landinum hækkaðu 10 milliónir krónur í januar í ár í mun til sama mánað í fjør. Tað vísa tøl hjá Taks.
Fyri tveimum árum síðani vórðu samlaðu inntøkurnar í januar 201 milliónir krónur, í fjør komu 207 milliónir krónur í kassan, og í ár eru samlaðu inntøkurnar í januar skrásettar til 217 milliónir krónur. Inntøkuhækkingin er 4,8 prosent.
Tølini hjá Taks vísa, at serliga innflutningurin er nógv vaksin, og landskassin fekk 25 milliónir krónur meira inn í januar 2012 samanborið við januar í fjør. Í januar í fjør fekk landskassin 34 milliónir í mvg og øðrum brúkaragjøldum, í ár 59 milliónir krónur.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er sannførdur um, at skattalættin hevur havt við sær, at fólk eru meira bjartskygd.
Kelda: kringvarp.fo
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |