Maðkafólkið.

04-02-2012 17.32.00

- Men hevði Darwin verið á lívi í dag, hevði hann óivað endurskoðað sína menningarlæru.


Hans J. Hermansen

 

Herfyri frættist, at ein nýggjur ættarbólkur var funnin inni í Amazonas skóginum. Har munnu vera 12.-15.000 fólk, ið tykjast vera fíggindaliga sinnað móti fremmandafólki. Hildið verður, at har á leiðini liva einir 12-15 ættarbólkar, sum hava ikki enn samband við tann mentaða umheimun.

 

Men hevði Darwin verið á lívi í dag, hevði hann óivað endurskoðað sína menningarlæru. Her norðuri í Atlantshavinum er ein ættarbólkur, ið helst hevði komið undir ryggleys fólk, í so máta átøk maðki. Hetta fólkið, úti við 50.000 í tali, gongur runt og grenjar um tilveruna,gremur seg um politikkararnar, ið eru ódugnaligir og frekir. Tey keypa Cadburyblikk við karamellum, eta karamellurnar og fara so út á vegir og stræti at larma við teimum fyri at siga “bø” við politikkararnar og royna at fáa teir at rýma ella broyta meining.

 

Men so skjótt tað letur úr hanakjafti, stinga tey halan millum beinini, og eitt útnyrðingsæl ruddar Vaglið eftir einari løtu, og so er tað mótmælið liðugt. Ryggur sum hjá maðki.

 

Og hvar er stuðulin til hesi mótmælisfólkini? Hvar er samhaldsfestið? Meðan hetta hendir, situr landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og fílar negl, situr við einum skálkabrosi og staðfestir, at Cæesarsa list riggar enn í dag: divide et impera (být og stýr). Við hepni eyðnaðist honum at fáa flatskattin ígjøgnum, býtti nakrar skattakrónur út til øll, og meðan vit øðrumegin gráta rossatár um, hvussu skeiv og órættvís henda skipanin er, sita vit við hinari hondini og telja tær kærkomnu krónurnar, vit fáa goldið meira út. Og eftirlønina tosar eingin um longur!

 

Hetta er avgerðin, ið er tikin á okkara tingi av fólki, ið ásetur egna løn og eftirløn av skattaborgarans peningi. Men tey fella líkasum uttan fyri tann vanliga bólkin av føroyingum. Tey stríðast við at fáa pýramiduna at standa á spíska endanum, tí onkur hevur fortalt teimum, at tað letur seg gera – teoretiskt. Tað letur seg eisini gera at míga móti vindinum – teoretiskt.

 

Hetta man vera einasta fólkaræði í verðini, ið verður stýrt av fólkum, ið helst høvdu havt mist valbærið fyri langari tíð síðan, um tað var í øðrum landi.

 

Og eingin reisir seg fyri at mótmæla longur. Ryggurin heldur ikki til tað. Meðan pedagokarnir fara oman á Vaglið í dag fyri at royna at greiða frá sínari støðu, eru handlarnir á tremur av fólki, ið fer út at keypa fyri eykakrónurnar, ið fylgdu við flatskattinum. Keðiligt hjá teimum, ið forvinna ikki so nógv – sum t. d. pedagokar! Tey noyðast at sita hendur í favn – ella fara oman á Vaglið.

 

Við hvørt ivist eg í, um íslendarar munnu hava rætt, tá ið teir siga, at ræðuskítar og fólk, ið fingu sjóverk, vóru eftir í Føroyum, tá ið víkingarnir løgdu leiðina vestureftir.

 

Hans J. Hermansen


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin