Mæla til at ferðaseðla kostnaðurin kann javnsetast á samferðsluøkjum í Føroyum

02-02-2012 09.15.00

Hetta uppskot kemur til fyrstu viðgerð seinnapartin í dag (varð tikið av skrá)


Andstøðan á Tingi hevur lagt uppskot fram har heitt verður á landsstýrið um at kanna og leggja fyri løgtingið frágreiðing um hvussu ferðaseðlakostnurin kann javnsetast á samferluøkjum í Føroyum, har firðir og sund skilja.

 

Og hetta uppskot kemur til fyrstu viðgerð á tingfundi seinnapartin í dag

 

Viðmerkingar til hetta mál eru hesar:

 

Hóast vit øll búgva í sama landi og rinda sama landsskatt, so er samferðslutænastan í ymsu økjunum í landinum ógvuliga ymisk bæði í tænastustøði og í kostnaði. Í høvusðsheitinum kunnu vit býta upp í fýra ymiskar samferðslumøguleikar:

 

1) Gjaldsfríir almennir vegir, brýr og tunlar 2) Undirsjóvartunlar 3) Strandfaraskipini og 4) Tyrlutænastan.

 

Uttan iva eru brúgvar, byrgingar og nýggju undirsjóvartunlarnir millum størstu frambrot á samferðsluøkinum í Føroyum. Og sæð í mun til tær skipanirnar eru aðrir samferðslumøguleikar millum oyggjarnar, sum einki at meta. Samferðslutænastan hjá teimum oyggjum, sum áður vóru leysar, men sum nú eru bundnar í meginøkið við tunlum og brúm, er munandi betri, enn har ferjur og tyrlur røkja tænastuna. Tey, ið enn ikki hava fast samband við meginøkið, mugu góðtaka ta støðuna, til undirtøka er á Løgtingi at betra um viðurskiftini.

 

Støðan, sum verri er at góðtaka, og sum ikki er rímilig, er, at hesi øki umframt verri tænastuna, harumframt skulu gjalda ein hægri ferðaseðlakostnað fyri at nýta verru tænastuna.

 

Ítøkiliga er tað fyri familjuna úr Suðuroy, Sandoy, Nólsoy, Kalsoy, Skúvoy, Dímun, Svínoy, Fugloy, Hestoy og Mykinesi munandi dýrari at flyta familjuna við bili til meginøkið og aftur, enn tað er fyri tey, sum ferðast høgligu leiðina gjøgnum tunlar og undirsjóvartunlar.

 

Øllum kunnugt eru nógv flestu almennu tænasturnar í meginøkinum antin í Havnini ella grannalagi hennara. Við øðrum orðum skulu flestu teirra, sum búgva á leysu oyggjunum, til meginøkið javnan, antin í arbeiðsørindum, frítíðarørindum, ella tí tey søkja eina almenna tænastu, sum einans finst í meginøkinum.

 

Vit búgva í einum og sama landi og gjalda sama landsskatt uttan mun til, hvar vit búgva. Júst tí kennist tað órímiligt at hava ymiskar prísskipanir. Skuldi tað verið ein prísmunur, so kundi ein hægri prísur møguliga verið rímiligur fyri betru tænastuna, men á ongan hátt sum nú, har verra tænastan rindar hægra kostnaðin.

 

Aftur nú um nýggjársleitið boðaðu P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin frá, at kostnaðurin at ferðast gjøgnum undirsjóvartunlarnar fór at lækka, samstundis sum landsstýrismaðurin, sum varðar av Strandfaraskipum Landsins, boðar frá gjøgnum Fíggjarlógaruppskotið fyri 2012, at ferðaseðlarnir hjá Strandsfaraskipum Landsins møguliga fara at hækka. Hettar órættvísi millum borgarar í sama landi, ber snøgt sagt ikki til longur.

 

Fyri ikki at gera mun á føroyingum, uttan mun til hvar í landinum tey búgva, verður tí heitt á landsstýrið um um at koma við eini frágreiðing um, hvussu ferðaseðlakostnaðurin kann javnsetast á samferðsluøkjum í Føroyum, bæði tá silgt verður við strandfaraskipum, og tá koyrt verður gjøgnum undirsjóvartunlar.

 

Á Løgtingi, 26. januar 2012

 

Páll á Reynatúgvu                                                                       Sirið Stenberg

 

Gerhard Lognberg                                                         Kristin Michelsen


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin