Demokrati
- Fólkaræðið er ikki ein lýtaleys skipan, tó er ta henni, fólk, sum liva undir øðrum skipanum, í hesum tíðum stríðast og lata lív fyri at vinna.
John S. Myllhamar
Tað er dapurt, at so mangir av okkara landsmonnum, ið uppfata seg sjálvar sum "sannir føroyingar", kunnu finna uppá at fólk við aðrari politiskari fatan, skulu tvingast at líkjast teimum so nógv sum gjørligt - helst til fulnar. Slíkt avdúkar eina grundleggjandi misfatan av tí, sum samfelagið byggir á. Tað er ikki einvorðni, sum er grundarlagið undir okkara samfelag, men margfeldi. Og margfeldið er ikki bara grundarlagið, tað tryggjar eisini framtíðina í samfelagnum. Soleiðis er í øllum samfeløgum. Vit fáa íblástur, tilfeingi og áfylling júst í ymisleikanum. Tað er av týdningi í einum samfelag, sum byggir á fólkaræðið, at vit skilja, at demokratiið byggir á tað konstatering, at eftirsum menniskju hvørki eru eins ella kunnu einast, at tey so brúka hetta kunnu ikki einast til at skapa dynamik og tillaging fyri bæði einstaklingin sum samfelagið.
Í Føroyum kann ein og hvør borgari meina, hvat hann vil, so leingi ein ikki grípur til vold. Føroyska samfelagið hvílir fast á rættarsamfelagnum. Landið er bygt á lógir. Vilja vit hava lógirnar broyttar, mugu vit av fullum huga fara uppí politiska lívið, har vit júst finna útav, at vit eru ikki einsamøll, og at onnur sjónarmið mugu virðast.
Virða vit fólkaræði mugu vit annaðhvørt tað passar okkum ella ikki - góðtaka bæði ein valsigur hjá teimum vinstravendu og hjá teimum høgravendu sum nakað, ið fólkið vil í løtuni. Eftir í mesta lagið fýra árum fær fólkið høvi frítt at svara ja ella nei til riknan politik, og fær møguleikan men ikki trygdina fyri at fáa sín politiska vilja ígjøgnum.
Soleiðis skilji eg demokratiið. Sjálvur eri eg ikki bundin at nøkrum politiskum flokki, kann velja ymiskar persónar, og eg kann vera heilt ósamdur við onkran, sum valdur er inn á ting og finnast at viðkomandi, ikki tí hann er øðrvísi enn eg og hevur aðra politiska hugsjón, men tí hann eftir mínum tykki ikki er egnaður at sita við landsins leiðslu. Men eg fari ikki við valdi í herna fyri at fella hann. Fólkið hevur valt og tað virðir ein demokratur.
Fólkaræðið er ikki ein lýtaleys skipan, tó er ta henni, fólk, sum liva undir øðrum skipanum, í hesum tíðum stríðast og lata lív fyri at vinna.
Kennir fólkið í einari demokratiskari tjóð seg kúga og at liva undir vánaligastu korum, ber til í einum fólkaræði í frið og náðum, at velja sær aðra samfelagsskipan, um meirilutin av borgarunum ynskir tað.
Í friði kann vrakast demokratiið.
At vinna demokratí krevst blóð og vápnastríð
John S. Myllhamar
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |