Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Politikarar vitja nýggja skúlan á Marknagili





VERKÆTLAN: Fyrrapartin í dag vóru løgtingspolitikarir, embætisfólk og onnur á vitjan á stóra byggiplássinum við Marknagil, har nýggi og stásiligi miðnámsskúlin, Glasir, verður bygdur. Ein bygningur, sum heimsgitni arkitekturin, Bjarke Ingels, skýrir at vera mest stórsligni og vakrast liggjandi bygningur, sum hann higartil hevur sniðgivið.

Skúladepilin við Marknagil, Glasir, hevur líka síðani byrjan fingið nógva umrøðu bæði so og so. Tá farið varð undir at fyrireika bygging av nýggjum miðnámsskúla í høvuðsstaðnum fyri umleið 10 árum síðani – ið skuldi hýsa einum samløgdum studenta-, handils- og tekniskum skúla – gjørdist sum fráleið greitt, at talan helst fór at vera um størstu og mest torgreiddu bygningsverkætlan í Føroyum nakrantíð.

Hesin spádómur kom at halda, og tað er eingin loyna, at tað hevur gingið upp og niður við at koma á mál við byggingini. Hinvegin sær úrslitið í dag gott út, nú bygningurin er innilokaður, og arbeitt verður við innrættingini.

Í dag slerdi byggiharrin hurðarnar upp fyri løgtingslimum og embætisfólkum, sum fingu møguleika at skoða hendan serstaka bygningin, ið fer at hýsa umleið 1.500 næmingum og 250 starvsfólkum.

Eftir at Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, hevði bjóðað vælkomin, segði Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, nøkur orð um gongdina við byggingini. Hann vísti á tær mongu avbjóðingarnar, sum hava verið í sambandi við verkætlanina, men staðfesti eisini, at tað seinastu tíðina hevur gingið væl fram á við byggingini.

Síðani helt Bogi Bech Jensen, rektari, eina framløgu um skúlabygnaðin, og hvat Glasir fer at bjóða av útbúgvingum, tá flutt verður inn næsta ár. Hann vísti á teir mongu møguleikarnar, sum hesin nýggi og stórsligni skúlabygningurin hevur. Millum annað fara tað at verða umleið 20 útbúgvingar at velja ímillum. Eini 14-15 miðnámsútbúgvingar og restin hægri útbúgvingar.

Eftir framløguna hjá rektaranum vórðu gestirnir vístir runt í bygninginum, sum er í seks hæddum á umleið 19.300 fermetrum. Tey flestu mundu vera samd um, at talan er um eina stórsligna verkætlan. Ja, so stórsligna, at víðagitni arkitekturin, Bjarke Ingels, við sínum arkitektonisku valaverkum bæði í Danmark og víða úti í heimi, framvegis er av teirri fatan, at hvørki bygningar hansara aðrastaðni ella staðsetingarnar sláa Glasir.

Eftir rundsýningina greiddi Sara Lundorff Fekih Winther, verkætlanarleiðari á Landsverki, frá tíðarætlanini, og staðfesti, at hon fer at halda. Hetta merkir, at skúlin kann takast í nýtslu í seinasta lagi á sumri næsta ár.

Sí fleiri myndir, lv.fo

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið