Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Páskastevnan 2017 í Kelduni





Í døgunum 13. - 17. apríl verður aftur páskastevna í Kelduni í Skálafirði.

"Tað er við stórari gleði, at vit í ár opna dyrnar og bjóða øllum vælkomnun til páskastevnu í Kelduni." sigur Pauli Høj, samkomuleiðari.

Serliga verða tað útlendskir gestir, sum mynda skránna í ár. Dr. Thomson K. Mathew kemur úr Amerika, og Cecilia Chan kemur við einum toymi úr Singapor.

Thomson K. Mathew hevur í mong ár verið rektari á Oral Roberts universiteti í Amerika. Hann hevur talað runt allan heim, í fleiri umførum í samkomuni hjá Yonggi Cho, sum hevur heimsins størstu samkomu.

Cecilia Chan er ein slóðbrótandi kvinna, ið hevur stovnað samkomuna Heart of God Church í Singapor. Í dag telur henda samkoma uml. 3.500 fólk og miðalaldurin er 21,8 ár. Í fylgi við henni er eisini Charleston Lim, ið er partur av hesi samkomu.

Á skránni verða m.a. kvøldmøtir, barnamøtir, syngið við, leiðsluseminar og ungdómstiltøk.

"Páskastevnan er ætlað øllum og vit vóna at síggja nógv fólk" siga fyrireikarnir at enda.



© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið