Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Partafelag stovnað ið skal eiga m.a. Sandoyartunnilin







Partafelagið sum skal eiga, reka og byggja Sandoyartunnulin og Eysturoyartunnilin verður nú stovnað. Fíggjarmálaráðið hevur boða frá tíðindafundi í dag klokkan tvey um nýggja tunnilsfelagið. Tað skrivar portal.fo



Landið setur 400 milliónir krónur í nýggja felagið. Landið kann hækka partapeningin ella veita felagnum avmarkaða trygd fyri at fáa fígging til Sandoyartunnulin.



Landið skal veita felagnum 10 milliónir krónur um árið í rakstararstuðli, tá Sandoyartunnulin er tikin í nýtslu.

Eysturoyartunnulin skal byggjast fyrst, og tá hann er boraður verður farið undir at bora Sandoyartunnulin. Ætlanin er, at koyrandi verður í bæði Sandoyartunnlinum og Eysturoyartunnlinum í 2018.

Samlaði kostnaðurin fyri báðar tunnlarnar verður góðar 1,9 milliardir krónur

Kelda: portal.fo

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið