Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Orð Guds til embætisfólkini





Orð Guds greiðir frá at høvuðspresturin Ánanias og røðumaðurin Tertullus saman við nøkrum av hinum elstu bóru fram klagumál fyri landshøvdinganum Feliksi móti Paulusi. Vit lesa at Paulus verjir seg og av tí, at Feliks drálar á við málinum, verður Paulus verandi sum fangi í Kesareu, í heili tvey ár.

Ragnar Ludvig



Eftir hetta bleiv landshøvdingin Feliks avloystur av Festusi. Og aftur nú møttu høvuðsprestarnir og hinir fremstu menn jødanna fjølmentir upp og bóru fram tung og mong klagumál móti Paulusi, sum teir ikki vóru førir at prógva. Men Festus var varin maður, tí hann vildi vinna sær vælvild hjá jødunum og leyp sostatt ikki fram av. Men átta ella tíggju dagar seinni bleiv Paulus settur fram fyri rómverska dómstólin hjá Festusi í Kesareu.



Eftir at Paulus hevði vart seg ímóti grovu ákærum jødanna, skeyt hann mál sítt til Augustus keisara. Nakrir dagar eftir tilburðin kom sjálvur Agrippa kongur og systur hansara Berenike, at vitja Festus í Kesareu. Síðan greiddi Festus konginum frá rættarmálinum og støðu Paulusar, sum heild. Uttan iva hevur málið um Paulus vakt áhuga hjá Agrippa kongi. Og einki er tilvildarligt her í lívinum, tí Gud hevur sínar ætlanir við hvørjum einstøkum menniskja. So, dagin eftir var Paulus førdur fram fyri Agrippa kong.



Tann dagin var Paulus aftur leiddur fram inn í rættarsalin. Og hvør mátti vera til staðar? Tí hetta var ikki nakar vanligur rættarsalur. Tað heila gekk fyri seg í eini stórari og glæsiligari kongshøll. Har nøkur av tátíðar mest týðandi og tignarligu embætisfólkum við sínum mikla skreyti vóru til staðar. Agrippa kongur og prinsessan Berenike møttu upp. Landshøvdingin Porkius Festus var har. Herhøvdingar sum umboðaðu hinar 5 rómversku herdeildirnar í Kesareu sótu har. Umframt hesi vóru teir mætastu menninir í nærumhvørvinum møttir upp.



Ein annar viðkomandi spurningur er hesin – hví eitt so hábærsligt embætismannalið frammanfyri Paulusi? Jú, fyri at hoyra orð Guds verða tala til teirra ígjøgnum Paulus, tænara Jesu Krists. Kapittul 26 í Ápostlasøguni greiðir frá, at Gud útvaldi Paulus til tænara og vitni, bæði um tað, sum hann hevði sæð, og um hinar komandi opinberingar Guds fyri honum. Men Kristus kongur var ikki høgt í metum millum hesir embætismenn og forfedrar teirra. Orð Guds lærir, at kongurin “Heródes hin stóri” stóð fyri ræðuligu barnamyrðingini í Betlehem. Og kongurin “Heródes Antipas” myrdi Jóhannes doyparan og háðaði Jesus. Kongurin “Heródes Agrippa I” myrdi fyrsta ápostulin, Jákup. Og síðan ætlaði hann at myrða Pætur við. Og so var tað hesin kongurin “Heródes Agrippa II,” sum var sonur til “Agrippa I,” ið nú fekk hesi framíhjárættindi, at hoyra hin djarvasta ápostul Guds leggja fram einasta gleðiboðskap, ið til er.



Eftir at Festus var liðugur at lýsa málið fyri stórbæru gestum sínum segði Agrippa kongur II við Paulus: “Nú er tær loyviligt at tala um teg sjálvan.” Paulus rætti tá hondina út og vardi seg ímóti órættvísu klagum jødanna. Góði lesari, hesa varnarrøðu frammi fyri Agrippa kongi II hevur allur heimurin beinleiðis atgongd til á alnetinum. Upp ígjøgnum øldirnar hevur Bíblian ligið á hillini ella á náttborðinum í nógvum heimum. Røðan í Áps. 26 er bert ein skattur ímillum permurnar. Tað er serliga ørindi 18, ið virkar sera rannsakandi. Og eg trúgvi at Heilagi Andi Guds sannførir menniskju, um persónligu teirra í júst hesum tekstinum. Jesus Kristus sendi tænara sín Paulus til, at kunngera teimum fylgjandi:



“at lata upp eygu teirra, so tey venda sær frá myrkri til ljós og frá valdi Satans til Gud, fyri at tey kunnu fáa fyrigeving syndanna og lut millum teirra, ið halgað eru við trúnni á Meg."



Lat okkum brúka nakað av tíð uppá hetta sera álvarsama og upplýsandi ørindi. Við miklum dirvi prædikaði Paulus bæði hjarta og sál í vælsignaða gleðiboðskapi Guds til hvønn einstakan í rættarsalinum. Hvørt orð sum Paulus prædikaði er ein beinleiðis endurgeving frá konginum Kristusi í himlinum. Og hesir høgtstandandi embætismenninir, ið livdu sum stoltir heidningar, fingu nú ein gyltan møguleika, at grípa um sannleikan og venda um. Omanfyri nevnda ørindi kann bólkast saman við øðrum álvarsomum tekstum í Bíbliu okkara, har eitt meira hvast fokus verður sett á frelsu Guds. Hetta skal til viðhvørt.



Hví man tað vera so? Tí slíkir embætismenn sum hesir eru av sama kalibur, sum Paulus sjálvur var blástur upp til at verða, áðrenn persónligu umvending sína. Paulus kunnaði teimum um hetta, at Gud sendi hann persónliga til teirra, “at lata upp eygu teirra, so tey venda sær frá myrkri til ljós...” Og soleiðis sær Gud syndarligu støðu okkara, tí uttan Gud eru vit andaliga blind. Paulus bleiv frelstur við at lata seg baða í ljósið Guds. Hann vendi eygu síni á vakra og elskuliga andlit Jesusar. Og hoyrdi við opnum hjarta rødd Meistarans tala náðirík orð.



Paulus sigur víðari at tey skulu “...venda sær frá valdi Satans til Gud...” Orsøkin er hendan, at Gud bæði veit og sær, at menniskjan er bundin í leinkjum Satans. Tað vildi verið skeivt at undirmeta vald Satans yvir heiminum. Og Kristus noyðir ongan og tískil røkka ólýðin menniskju aldri á mál. Tí heimurin er fangi Satans. Hann er prinsurin og gudurin í hesum heimi. (Ef. 2.2). Satan heldur teimum ófrelstu í sínum egna varðhaldi í hesum ónda heimi, ið er fullur av lygnum og perversum girndum. Soleiðis sær hin illa brotna myndin av okkum sjálvum út og soleiðis sær Gud okkum sum vit eru. Hetta er oftast eitt fullkomiliga annarleiðis sjónarmið, í mun til okkara egnu fatan og hvat vit annars halda um okkum sjálvi. Vit hava øll tørv á, at verða loyst úr leinkjum Satans. Okkara partur fyri at verða loyst úr vreiði Guds er títt JA til KRISTUS og eitt eftirfylgjandi KRISTILIGT lív.



Góði, legg tær orðini hjá Jesusi í geyma:“At lata upp eygu teirra, so tey venda sær frá... Paulus endurgav henda gleðiboðskap orðarætt fyri teimum. Á hendan hátt er tað møguligt, at verða frelstur. Gleðiboðskapurin um Jesus er sjálv kraft Guds til frelsu, ið letur upp eygu okkara. Hendan sama kraftin er innbygd í gleðiboðskap Guds. So, um tú ert lýðin gleðiboðskapinum fært tú kraft frá Gudi til at venda tær “frá myrkri til ljós og frá valdi Satans til Gud.” Men, tað er endaliga upp til tygara, um tú vilt verða frelstur ella ei! Meðan tú enn ert á lívi hevur tú møguleikan til at taka ímóti gleðiboðskapinum og kraft tess. Eitt hjartans JA førir við sær, at sjálvt Satan ikki megnar, at standa ímóti kraftini. Satan hevur ongan kjans ímóti Heilaga Anda Guds. Og einhvør frelstur kann siga sum Paulus segði: “Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr...” (Rom. 1, 16).



Paulus heldur á fram við hesum sannleikans orðum: “...fyri at tey kunnu fáa fyrigeving syndanna...” Tað er sera týdningarmikið at prædika syndanna fyrigeving og at slíkt einans fæst frá Jesusi, sum tók burtur alla synd. Ein boðskapur sum ikki setur okkum andlit til andlits við synd okkara og ovurstóra tørv okkara á syndanna fyrigeving er kraftaleysur.



Afturat kunnleikanum um synd okkara sigur Paulus hetta: “...fyri at tey kunnu fáa... lut millum teirra, ið halgað eru við trúnni á Meg (t.e. Jesus).” Onnur bíbliutýðing sigur “arvalut.” Harrin Jesus Kristus frelsir menniskju við at geva teimum arvalut omaná fullkomnu fyrigeving sína frá allari synd. Bíblian lærir at tey, sum elska Jesus verða arvingar Guds og samarvingar Kristusar. Og at Jesus er mentur at gera meir enn alt, langt út um tað, sum tey frelstu biðja ella skilja, eftir kraftini, sum í teimum virkar. (Ef. 3, 20). Ein undurfull frelsa, ið fjalir synd teirra í tátíðini. Og hendan frelsan leggur enntá upp fyri nútíð og framtíð hjá børnum Guds við fyllingini í Kristi Jesusi.



Lat okkum hyggja eitt sindur nærri eftir hesum: “...lut millum teirra, ið halgað eru...” Teksturin upplýsir lesaranum hetta, at Harrin Jesus eisini frelsir okkum inn í ein heilagan felagsskap. Hin frelsti gerst limur í ríki Guds. Og samstundis verður borgaraskapur heimsins uppsagdur. Tí nú skal lívið livast fyri Kristus og hann aleina. Tey sum hava Jesus kæran hava tørv á felagsskapinum saman við sínum náðisystkjum. Paulus endar ørindi 18 við hesum orðum: “ið halgað eru við trúnni á Meg." Harrin gevur okkum eitt rætt og sunt fokus. Denturin skal sjálvandi leggjast á kjarnan í frelsu okkara og tað er trúgvin á Kristus. Og einki í frelsu okkara er framleitt í okkum sjálvum. Jesus Kristus er hann, ið gevur okkum ævigt lív og hann er tann, sum fyllir lív hins frelsta við heilagari orku. Alt hvílir í Kristusi!



Góði, soleiðis ljóðaði gleðiboðskapurin til eitt sera heiði og forherðað fólkaslag. Og fleiri teirra millum høvdu eina ræðuliga syndaskrá hangandi afturút í lívi sínum. Einans Kristus var mentur til, at lata upp eygu teirra, so tey vendu sær frá myrkri til ljós og frá valdi Satans til Gud, fyri at tey kundu fáa fyrigeving syndanna og lut millum teirra, ið halgað vóru við trúnni á Kristus. Ver ikki sum Festus! Vraka ikki gleðiboðskapin og lat ikki Festus ella nakran annan billa tær inn, at Paulus var óður í høvdinum. Um so er, tá er frelsa Guds eisini ein hvørvisjón. Men sum allir hinir ápostlarnir, so undirstrikaði Paulus tað øvugta og vissaði Festus um hetta at, “eg eri ikki frá mær sjálvum, mektigasti Festus, nei, eg tali sonn orð við góðum skili!” (Áps. 26, 25). Amen!







Blíðastu heilsanir Ragnar Ludvig www.ragnarludvig.blogspot.com

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið