Løgreglan leitar eftir bumbumanni í Reykjavík

05-02-2012 19.57.51

Bumba funnin í miðbýnum í Reykjavík


 

Løgreglan í Reykjavík leitar eftir einum hvítum Renault Kangoo van í sambandi við eina bumbu sum teir funnu í miðbýnum í Reykjavík týsdagin.

 

Bumban, sum løgreglan beindi av vegnum, var ikki háexplosiv; men hon var nógmikið kraftig til at forstýra  í umhvørvinum har hon møguliga brast.

 

Tveir bumbubrestir uttan fyri IMF skrivstovuna (International Monerary Fund), og skrivstovuna hjá forsætisráðharranum, verða eisini kannaðir í fulllum álvara.

 

Løgreglan leggur dent á, at talan er ikki um fýrverk, men um eina bumbu, sum skapaði órógv og ótta í økinum.

 

Ongin er enn tikin í sambandi við hesar bumbubrestir.


© Jákup Fróði Djurhuus - Sandportalurin