Kuldin drepur fólk í Evropa
17 deyð í Italia og mett verður at tilsamans 300 fólk eru deyð í Evropa
Ógvusligt kavaveður og óvanliga nógvur kuldi er mangastaðni í Evropa og í Italia hava hagartil 17 mist lívið. Í Rom hevur tað ongantíð kavað so nógv seinastu 27 árini.
Deyð í ferðsluni
Eisini í norðari parti av Italiu er nógvur kavið komin niður og er veðrið eisini orsøkin til mongu ferðsluvanlukkurnar har.
Yvir 300 deyð í Evropa
Stórir partar av Evropa er rakt av kalda vetraveðrinum og mett verður at um 300 fólk eru deyð av ógvusliga kuldanum.
Tey flestu, ið eru deyð er tey sokallaðu heimleysu.
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |