USA vann OL finaluna

12-08-2012 16.00.00      viðmerkingar

Carli Lloyd tryggjaði við tveimum málum USA gull á Wembley


LONDON OL: USA vann 2-1 á Japan í OL finaluni á Wembley Stadion í London  

 

USA kom á odda longu eftir átta minuttir, tá japanska verjan var óansin og Carli Loyd var fyrst á einum innleggi úr vinstru síðu legði USA framum 1-0.

 

Eftir málið, var tað Japan, ið sat á dystinum og áttu flestu málmøguleikarnar. Fleiri av teimum enntá stórir.

 

USA økti um leiðsluna í 54. minutti, tá Carli Loyd enn einferð fekk mál. Hesaferð við einum skoti úti frá. Japan helt fram við at trýsta og í 62. minutti gav tað úrslit og vandamikli áleyparin Yuki Ogimi fekk bóltin um málstrikuna.

 

Ein frálika væl leiktur dystur. Har Japan stóð fyri tí betra spælinum, men USA var neyvari. Hope Solo í málinum hjá USA stóð ein branddyst.

 

USA endurvann sostatt OL GULL, eins og tær gjørdu í 2008 og 2004. Sostatt fyri triðju ferð á rað.

 

Finalan:

USA - Japan 2-1 (1-0)

1-0 Carli Lloyd 7'

1-0 Carli Lloyd 53'

2-1 Yuki Ogimi 62'

 

Bronsudysturin:

Canada - Frakland 1:0 (0:0)

1-0 Diana MATHESON 90'+2

 

Kelda: kvinnufotbolt.com 


© - Sandportalurin