Ein hjálpandi hond skuldi til

03-09-2010 21.21.05

Føroyar tapti eisini annan EM undankappingardystin, tá Serbia var á vitjan á Tórsvølli. Serbar vunnu ein tryggan 3-0 sigur á føroyingum, men tað skuldi ein hjálpandi hond frá Jovanovic til, áðrenn Serbia fekk fyrsta málið. Eitt mál, sum átti at verið kolldømt


Undan dystinum vóru serbar stórfavorittar, og teir løgdu eisini trýst á frá byrjan, og í 14. minutti gav trýstið úrslit, tá Lazovic bert skuldi seta innaru síðu á bóltin, eftir at Jovanovic varð taklaður. Endurtøkan vísti at Jovanovic slerdi til bóltin við hondini innan Lazovic skoraði, og tí skuldi málið verið kolldómt. Men dómarin sá ikki tilburðin, og bleiv málið góðkent.

 

Hetta var sum at fáa váta vøttin hjá føroyingum, og bert fáar minuttir seinri lá bólturin aftur í føroyska málinum, tá Stankovic skoraðu uppá beinleiðis fríspark beint uttanfyri føroyska brotsteigin.

 

Á odda 2-0 avtók serbiska trýstið, meðan føroysku leikarnir mentu seg upp, og komu betur við í dystin, uttan tó at koma til opnar møguleikar. Fleiri mál komu ikki fyri steðgin.

 

Byrjanin av seinra hálvleiki var heldur linlig. Serbar trillaðu bert við bóltinum, meðan føroyingar ikki kláraðu at trýsta tekniskt sterku gestirnar nevnivert. Tað var bert í brotum at serbar vístu hvør dugur er í teimum, og komu fram til eini tveir risa kjansir, sum tó blivu misnýttir.

 

Sum seinri hálvleikur leið fingu føroyingar trýst spælið nakað fram, og komu til nakrar heilt vandamiklar støður, har tað bert manglaði tað síðsta í, áðrenn bólturin lá í málinum. Serliga var tað eftir deyðbóltstøður at vandi var á ferð frammanfyri serbiska málinum.

 

Sjálvt um Føroyar hevði nakrar góðar kjansir, so vóru tað serbar, sum í síðsta minutti skoraðu til 3-0, tá Zigic rundaði Gunnar Nielsen í føroyska málinum, og sendi bóltin í tað tóma málið.

 

Sostatt vann Serbia 3-0 í einum dysti, har teir ikki gjørdu meira enn hægst neyðugt. Hinvegin, so iðra føroysku leikarnir seg yvir at fyrsta málið hjá serbum bleiv góðkent, tí so hevði tað kunnað verið ein heilt annar dystur.

 

Næsti dystur hjá føroyska landsliðnum verður týskvøldið, tá teir skulu spæla ímóti Italia í Firenze.


© Ólavur Øre Hansen - Sandportalurin