Spennandi viðgerðastova á Sandi

05-02-2012 19.00.00

Í fjør var nýggj viðgerðarstovan TEI latin upp á Sandi í Nesi 6.


Tíðindaskriv

 

Tað eru tær báðar Astrid Olsen og Vivian í Soylu ið eiga og reka viðgerðarstovuna.

 

Viðgerðarstovan hevur verið væl vitja, bæði av fólki í hava ynskt at tapt seg og fólki við pínu í liðum og vøddum. Í meðal hava fólk, eftir 5 viðgerðir tapt seg 10 cm. tilsamans, eisini eru ítøkilig dømi uppá at tað hevur hjálpt uppá vødda- og liðapínu.

 

Við Tei skipanini ber til at fáa eina eyka hjálp til at tapa seg og samstundis fáa ein fastan og sunnan kropp. Ein viðger tekur 45 min. og kann tað sammetast við fitness venjing í 6-7 tímar.

 

Tað heilt serliga við viðgerðini er tann infrareyði hitin, sum hitar vøddarnar og økir forbrenning og blóð- og lymfusirkulatiónina. Á henda hátt verða nørðsluevni og oxygen skjótari førd út til kyknurnar í kroppinum og avfallsevnir verða eisini førd skjótari burtur. Hitin fer 3- 4 cm inn í vevnaðin, uttan at brenna húðina. Tei skipanin hevur 21 ymiskar skráir, sum kunnu samansetast just til tín tørv. Yvirvekt, vøddavenjing, uppstramming ella uppstramming eftir føðing eru bert nakrir av møguleikunum við Tei skipanini.

 

TEI skipanin kann nýtast til bæði kvinnur og menn.


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin