B71 skipar fyri heilsurenningini í Sandoynni í morgin 4. sept. Kl. 15:00
Vit møtast í hølinum hjá B71 inni í Dal kl 14:30
Har verður møguligt at fáa blóðtrysti mált av kommunulæknanum, áðrenn farið verður at hita upp. Vit hita upp uppi á fótbóltsvøllinum áðrenn farið verður avstað kl. 15:00. Man ger sjálvur av, um man rennur, gongur ella eitt sindur av hvørjum, og hevur man børn í barnavogni/stóli, er rutan runt Sandsvatn jú sera væl egna til tað eisini.
Tá komið er á mál, stendur eitt leskiligt fruktborð klárt at taka av, í hølinum hjá B71.
Meldið tykkum til inni á renn.fo, undir tilmelding.
Luttøkugjaldið er kr. 20,-
Fyrireikarirnir
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur
|
|
| |
01.01.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |