Røðan hjá forkvinnu Føroya Pedagogfelag á Vaglinum í gjár
- Uppá minni enn ein mánað eru okkara grundleggjandi lønar- og eftirlønarviðurskifti sindraði, segði m.a. Maud
Góðan dagin góðu føroyingar góðan dagin góðu limir í Føroya Pedagogfelag
Vit eru savnaði her í dag tí Pedagogfelagið er farið í verkfall.
Eitt verkfall sum arbeiðsgevarin við sínum ósømiliga hugburði og vanvirðiligu framferð móti okkara limum hevur koyrt okkum út í.
Pedagogfelagið hevur síðan juni mánað verið til samráðingar um hægri løn og betraði arbeiðsviðurskifti nú og frameftir. Síðani nýggja samgongan var skipað og Jørgen Niclassen setti seg í fíggjarmálaráðharra-sessin eru øll viðurskifti í landinum so at siga vend á høvdið.
Uppá minni enn ein mánað eru okkara grundleggjandi lønar- og eftirlønarviðurskifti sindraði. Uppá minni enn ein mánað eru løntakarar við teim lægstu- og miðallønunum til einkisgjørd og vanligu samráðingarnar eru settar út av kós. Tað eru limirnir í Pedagogfelagnum sum skulu fíggja skattalættan hjá teimum hægst løntu. Og ikki bara tað, limirnir í Pedagogfelagnum koma eisini at missa í túsundavís av krónum í eftirløn, sum er okkara uppsparing til ellisárini. Eftirlønin sum er ein tvungin uppsparing sambært avtalu millum sáttmálapartarnar.
Ongastaðni rundan um okkum hevði nakar góðtikið at sáttmálasamráðingarnar verða samantvinnaðar við førda skattapolitikkin. Tað er ikki fakfeløgini sum skulu føra fordeilingspolitikkin í landinum, tað hava vit valt politikararnar til. Fakfeløg hava vunnin rættindi til at samráðast um løn og arbeiðsviðurskifti hjá limum okkara – tað er okkara skylda. Tí krevja vit eitt frítt samráðingarrúm, har partarnir á virðiligan hátt viðgera og samráðast um krøv og viðurskifti hjá limum okkara.
Tað eru vit sum eru serfrøðingarnir innan okkara fak og vit vænta ikki, at alt Føroya land skal skilja okkara arbeiðsviðurskifti. Vit krevja bert at okkara arbeiðsmegi, sum vit selja hvønn einasta dag verður goldin við tí virði hon hevur og at umstøðurnar fyri at útinna okkara arbeiði eru góðar og tíðarhóskandi, soleiðis at tann tænastan land og kommunur keypa frá okkum er á einum høgum støði.
Alment dannilsi, at búgva fólk til at gerast góðir samfelagsborgarar at liva upp til ST sáttmálar um at mannarættindi fyri børn og fyri fólk sum bera brek verða fylgdir - eru ovastu sáttmálarnir sum limirnir í Pedagogfelagnum arbeiða eftir. Vit virða tær lóggávur og tey krøv sum landsins myndugleikar leggja omanyvir okkum, vit virða tey krøv sum verða sett til okkara tænastu og tað einasta vit krevja afturfyri er hóskandi løn og arbeiðsumstøður, harímillum tíð til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiði. Tað er neyðugt, fyri at kunna meta um sítt arbeiði, fyri at kunna menna tað.
Landsins politikarar hava tosað um at fara niður í løn, kanska tí hava ásannað, at tað tey nú hava tvungið løntakarar kring Føroya landi niður í løn. Men nei tey vóru feigari enn so – limirnir í Pedagogfelagnum skulu niður í løn fyri at gjalda bæði skattalættan hjá m.ø. politikaranum og teirra koyripengar , sum fyri summi svarar til meira enn ein ársløn hjá einum av okkara limum.
Tað skal loysa seg at arbeiða – ja, men tað skal fyrst og fremst loysa seg at selja sína arbeiðsmegi.
Eg havi torført við at skilja, hví kommunalu politikarar ikki taka stig til at loysa hesa støðu vit eru í. Tað hongur ikki saman, at borgarstjórin í størstu kommunu í landinum og formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum letur hetta ganga. Hann sum varar av flestu limum í Pedagogfelagnum og sum dagliga frøist um tað góðu tænastu borgarar í Havn fáa frá limunum í Pedagogfelagnum. ______________________________________
Tað er ikki ókent at arbeiðspláss og stovnar arbeiða við at gera virðisgrundarløg og visjónir, fyri tær tænastur tey bjóða borgaranum. Á henda hátt vita vit so hvat vit gjalda skatt fyri.
Tórshavn:
Virðing, menning og trivnaður – stendur í virðisgrundarlagnum hjá Tórshavnar kommunu.
Visiónin:
Okkara høvuðsstaður - virkin og vakin
Vakstrardepil í Norðuratlantshavi
Nærverkið:
Í góðum hondum – stendur í virðisgrundarlagnum hjá Nærverki, sum veitir tænastu til fólk við tørvi á serligari hjálp.
Kjarnuvirði:
Vit eru nærløgd
Vit eru framsøkin
Vit samskifta virðiliga
___________________________________________
Góðu tit sum vara av hesum stovnum!
Latið ikki virðini bert vera ein prentaðan tekst á einum koppi, sum starvsfólk drekka úr og latið ikki tænastuparoluna bliva – “Í tómum hondum”.
Vit eru til reiðar at liva upp til hesar visjónir og endamál – og til tess at kunna gera tað, krevja vit løn og skipaði arbeiðsviðurskifti!
Eg hoyrdi at Heðin Mortensen varð endurgivin fyri at siga, at kravið um fyrireikingartíð er eitt “bagatell” – eg velji at skilja hann á tann hátt, at tað er ikki kravið sjálvt, sum er eitt bagatell, men at um viljin er til at loysa trupulleikan, so er tað ikki torført.
Eg skilji ikki at kommunurnar loyva førda landspolitikkinum at intervenera kommunurnar og bróta niður aldagomlu virðini hjá okkum borgarum. Javnrættindi og samhaldsfesti, sum eru grundarsteinar í Føroyum, standa sum sterkir verjugarðar fyri sundurlyndi og ábyrgdarloysi. Tað er mín vón at vit framyvir koma at standa saman um hesar verjugarðar.
Góðu borgarar – góðu limir
Takk fyri at tit lýddu á og framhaldandi gott mót.
Maud Wang Hansen
Forkvinna í Pedagogfelagnum
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |