Pedagogarnir i verkfalli vóru og vitjaðu borgarstjóran á Sandi í dag.

06-02-2012 15.24.11

Borgarstjórin tók væl ímóti teimum og bjóðaði kaffi, te og køkur.


Hýrurin var góður, og høvið varð nýtt til at skifta orð um verkfallið og avleiðingarnar av tí.

 

Steðgurin vardi í ein tíma, og síðani fóru pedagogarnir víðari, at fyrireika seg til at fara til Havnar at mótmæla í morgin.

 

Sí myndir HER


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin