Rescue LÍV flotaður

06-02-2012 08.00.00

Eftir at hava verið dokksettur, er bjargingarbáturin "Rescue LÍV" flotaður, og settur í tænastu aftur sunnukvøldið 05. Februar kl. 18.


Tíðindaskriv frá Rescue LÍV

 

Tað er nógv, ið er gjørt við bátin nú hann hevur staði uppi í 2½ viku. Báturin er allur málaður, og hevur fingið sleipikrók ísettan. Harumframt er nýggj lensipumpa, ið gevur 40 m3 um tíman ísett. Nýtt Sjónet frá Føroya Tele er sett í, sum gevur bátinum háferðsbreiðband út á 60 fjórðingar. Eisini er AIS útgerð sett í, so báturin nú virkar sum AIS-repeatari, og kann senda øll AIS-plott út á heimasíðuna Vikmar.fo

 

Tað hava áleið 8 mans verið til arbeiðis hvønn dag í meðal 4 tímar um dagin. Í vikuskiftunum hava fleiri verið og dagarnir hava verið longri. Samlaða sjálvbodna, ólønta arbeiði hevur verið omanfyri 2.200 manntímar. Hetta má sigast at vera sera flott.

 

Tað hava verið nakrir sera hugnaligir, men stravnir dagar og kvøld. Hetta hevur givið gott samanhald millum fólkið.

 

Stuðlað dokksetingini hava skipasmiðjan MEST við krana og at báturin hevur kunna staðið inn í nýggju smiðjuni. Faroe Ship við lán av transportvogn og Smyril Blue Water við lán av trekkjara. Vit takka almikið fyri góða stuðulin. Uttan hetta hevði uppgávan verið ov stór.


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin