Herfyri fekk Fuglafjarðar sløkkilið nýggja útgerð

06-02-2012 12.00.00

Sum einasta sløkkilið í Føroyum hevur Fuglafjarðar sløkkilið nú fingið ein skerisløkkjara


Herfyri fekk nýggjasti bilurin hjá Fuglafjarðar søkkiliði, ein Ford F 350 King Range, nýmótans skerisløkkiútgerð ísetta. Hetta er fyrsti skerisløkkjari av sínum slag í landinum. Í Danmark eru einans 10 tílíkir skerisløkkjarar. Útgerðin er av merkinum Coldcut Cobra.

 

Tað sermerkta við hesum skerisløkkjara er, at hann fyrst sker hol á veggin til eitt brennandi rúm, og síðan kølir vatnflamman eldin niður, áðrenn sløkkiliðsmenn fara innar at sløkkja eldin. Hetta ger arbeiðið hjá sløkkiliðsmonnunum nógv tryggari enn annars.

 

Skerisløkkjarin sker seg gjøgnum timbur, betong og jarn eftir fáum sekundum. Í eini roynd, sum varð gjørd uttanfyri støðina hjá Fuglafjarðar sløkkiliði, tók tað einans 1 sekund at skera hol gjøgnum eina timburhurð, 2 sekund at skera hol á eitt rør úr rustfríum stáli og einans 12 sekund at skera seg gjøgnum eina 6 mm tjúkka jarnplátu.

 

Vælútgjørt sløkkilið

 

Fuglafjarðar sløkkilið man vera millum best útgjørdu sløkkilið í landinum við útgerð bæði til eldsløkking og oljudálking.

 

Jóhan Clementsen, sløkkiliðsleiðari, sigur við Netavísina, at útgerðir kostar umleið 360.000 krónur . Teir eru sera fegnir um nýggju útgerðina, og eru nú enn betur fyri at sløkkja eldar, bæði á landi og umborð á skipum.

 

Kelda: netavisin.fo


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin