Costa Concordia kann bjargast

06-02-2012 21.42.00

Alt ber til í dag, men fyrsta av øllum má skipið tømast fyri olju og tættast og enn er ongin olju tikin úr skipinum.


Tekniskt letur tað seg gera at venda skipinum, men tað er ógvuliga dýrt og kemur at taka langa tíð, upplýsir sølustjórin Asbjørn Sivertsen hjá Eide Marine Service fyri norska netsíðu. Eitt skip sum kallaðist Rocknes ið koppaði 2004 bar til at bjarga, men umstøðurnar har vóru øðrvísi. Roknes var 166 metrar langt og 24,5 breitt meðan Costa Convordia er 290 metrar langt og 35 metrar breitt.

 

Trupult við stabilitetinum.

 

Í fylgi Carl Martin Larsen, professara á Marineteknisk Institutt við NTNU kunnu fleiri av rúmunum umborð á Costa Concordia gera tað sera trupult við at venda skipinum. –Eitt er vist at mann má hava yvirlit yvir luft og vatni í eini slíkari støðu. 


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin