Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Oljumiðdepilin í Føroyum: Skálafjørðurin









Altjóða oljumessan “Offshore Europe” í Aberdeen er av á hesum sinni. Føroyar vóru væl umboðar m.a. av vinnulívsfólki og politikarum og umboð fyri Runavíkar kommunu vóru eisini tilstaðar hesar dagarnar, sum messan var. Fyri Runavíkar kommunu er tað av stórum týdningi at luttaka, tí Skálafjørðurin er oljumiðdepilin í Føroyum og á slíkum messum hittast nærum øll, sum arbeiða í hesi vinnu, so nógv er at samskifta um. Serliga hetta at læra av royndum hjá sonevndu oljulondum, sum t.d. Norra og so hetta at leggja framtíðarætlanir í oljuhøpi.

Norðmenn hava gjørt nógvar royndir í oljuvinnuni, og eru teir fúsir at geva okkum góð ráð, nú vit standa á gáttini at olja verður funnin í føroysku undirgrundini. Nakað av tí, sum norsku royndirnar undirstrika er m.a.:

• Spjaðið ikki alt oljuvirksemið, men savnið tað heldur á einum stað. Hetta ger, at besta nyttan fæst burturúr og verður ein skilagóð íløga fyri bæði vinnu og landið alt.

• Umráðandi er, at oljuútgerðarhavnin, sum skal tæna møguligum framtíðar oljufundum liggur tætt við flogvøll, hevur stórt uppland, er í fólkaríkum øki og at stór fíggjarlig orka er tilstaðar.

Nú gott og væl 10 ár eru liðin, síðani fyrstu oljuboringina á føroyska landgrunninum, so vita vit øll, at staðsetingin fyri oljuútgerðarhavnina bleiv Runavík, og at tað var vinnan sjálv, sum gjørdi hetta valið. Orsøkirnar til valið vóru fleiri, og kann eg nevna nakrar:

• Skálafjørðurin er náttúruhavnin í Føroyum

• Stórt uppland er við Skálafjørðin

• Koyrir tú ein tíma, so ert tú á flogvøllinum

• Økið er fólkaríkt

• Á Skálafjørðinum og í Eysturoynni allari hava vit eitt sterkt og stak fjølbroytt vinnu- og handilslív, sum megna allar uppgávur, sum hava við oljuvirksemið at gera





Hesi árini, sum borað hevur verið, hava vit á Skálafjørðinum og í Eysturoynni prógvað, at valið var rætt. Vit hava væl og virðiliga staðið royndina.

Runavíkar kommuna hevur seinastu árini fyrireikað seg til framtíðina í oljuhøpi, og eingin ivi skal verða um, at oljumiðdepilin heilt náttúrliga liggur á Skálafjørðinum – alt annað er eisini í andsøgn við royndir aðrastaðir frá.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri

Runavíkar kommuna

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið