Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Ólavur á konsertferð





Vestmenningurin, Ólavur Højgaard, við tí gyltu røddini er á tónleikaferð saman við fleiri av sínum bestu tónleikafylgisveinum. Byrjanin hevur verið sera góð tveimum útesldum konsertum í Havn.

Leygarkvøldið er Klaksvíkin fyri stavn, har konsert verður í Spaniastovu.

Tónleikurin, sum spældur verður, er alt frá kendum sangum sum “Eg siti so eina” til spildurnýtt, enn ikki útgivið, tilfar.

Góðar kreftir eru savnaðar við tí fyri eyga, at fáa eina framúr løtu. Einir tveir tímar við øllum teimum kendastu hittunum: ”Ró”, ”So ganga míni ár”, ”Motormani”, ”Tær løturnar”, ”Tá eg ...droymi”, ”Leygarkvøld í Havn”, krúddaðir við øðrum gimsteinum úr "kistuni" hjá tónasmiðinum.

Fyrsta útgávan hjá Ólavi var við Vestmonnum í 1983. Hetta var legendariska útgávan, ”Brot”(LP-pláta og kassettuband), ið mann teljast millum mest seldu útgávur í Føroyum yvirhøvur. Onkur slagari av fløguni ”Úr Vestmanna til Nashville”, innspæld í sjálvum country-høvuðsstaðnum, verður eisini at hoyra.

Saman við Ólavi hetta forkunnuga kvøld verða m.a. vinirnir úr Vestmonnum: Niels Olsen, Jógvan í Toftum og Martin Joensen, sum saman við Ólavi gjørdi sálmin ”Uttan teg” alment kendan. Umframt teir luttaka Holgar Jacobsen og Milson Zachariasen.

https://www.youtube.com/watch?v=r_1Zii6j_aA



© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið