Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Nýggj frímerki frá Posta: Myndevni úr náttúruni





Nýggju frímerkini vísa í høvðusheitum myndevni úr føroysku náttúruni: plantuliting, æður, vøtn og áir.

Plantuliting

Plantuliting gevur ikki sterkar litir, men nokk til at tað er ómakin vert. Á frímerkjaarkinum vísir listamaðurin Edward Fuglø nøkur dømi um litbrøgd úr bókini “Plantuliting”, eftir handarbeiðslærarinnuna og vevkonuna Katrinu Østerø, vanliga rópt Katrina á Trøllanesi. Katrina hevði serligan áhuga í liting av ull, og umframt sín egna kunnleika og egnu royndir, savnaði hon eisini uppskriftir frá øðrum kvinnum í Føroyum. Virði: 6 x 9,50 kr.

Æður

Føroyska æðan er støðufuglur. Hon hevur ikki fyri neyðini at flyta til heitari lond, tí Golfstreymurin ger, at hitamunurin á føroysku havleiðunum er lítil. Man kann tí síggja stásiliga fuglin allar ársins tíðir. Sjálvt í ódnarveðri síggjast æðuflokkarnir í tungum sjógvi – næstan sum ein sinnismynd av tí róliga, stundum flegmatiska sinnalagnum, ið krevst fyri at yvirliva her úti í Atlantshavi. Edward Fuglø hevur teknað. Virði: 18,00 og 27,00 kr.

Sørvágsvatn / Leitisvatn

Føroya størsta vatn hevur tvey nøvn. Tað liggur í Vágum, og kallast Leitisvatn í bygdunum eystanfyri, meðan sørvingar kalla tað Sørvágsvatn. Landslagið rundan um vatnið er náttúruvakurt og dregur mong ferðafólk. Serliga ein optisk villingarsjón við vatnið, har tað verður sæð frá einum ávísum sjónarhorni, hevur vakt ans um allan heim. Hóast vatnið bara liggur í 32 metra hædd, ger bratta bergið sunnanfyri og líðin oman móti vatninum, at tað tykist liggja nógv hægri enn tað í roynd og veru ger. Myndir: Eirik Sørstrømmen. Virði: 17,00 og 19,00 kr.



Skorá

Dagliga er Skorá við Mjávøtn í Kollfjarðadali, ikki líka bergtakandi. Lutfalsliga lítil, sum føroyskar áir flest. Men á sínum góðu døgum, eftir at hava drukkið væl og virðiliga uppi millum fjalla, goysir Skorá oman av homrunum. Vill og vøkur, við hvítum flákrandi skjúrti, sum vovið av villum nornum. Oman í dalin, niður í Mittasta vatn, víðari til Leynavatn og haðani oman á sjógv við vakra sandin í Leynum. Mynd: Saviour Mifsud. Virði: 9,50 kr.







© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið