Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Norskir havfrøðingar: Makrelurin máar lívsgrundarlagið undan sildini







Nøgdin av sild og lodnu í norskum sjógvi er nógv minkað seinastu árini.

Sambært norska kringvarpinum NRK rokna norðmenn við, at sildarstovnurin minkar 35 prosent næsta ár, samstundis sum lítil og ongin lodna verður fiskað.

Hetta fer at raka strandar-Norra meint, skrivar nrk.no.

Norski havfrøðingurin  Jens Christian Holst segði í summar, at makrelurin í Norskahavinum hevði skyldina av fallinum í sildarstovninum.

Hann heldur, at stovnurin er sloppin at vaksa seg so stóran, at hann etur havið tómt fyri mat og máar lívsgrundarlagið undan sildini.

- Tveir møguleikar eru fyri at sleppa undan hesum: Annaðhvørt mugu vit fiska makrelstovnin niður til eitt burðardygt støði ella fáa vit eitt skrædl og mugu byggja skipanina upp heilt av nýggjum, segði havfrøðingurin.

Hetta hildu eisini fiskimenninir, ið eftirlýstu hægru kvotum á makrelinum.

-Kvoturnar hava verið settar alt ov lágt í mong ár. Tað halda vit, tí vit hava sæð sera nógvan makrel á fiskileiðum, har ongin makrelur vanliga er, segði Kjell Bjørnar Bakken í Nordland Fylkes Fiskerlag sambært NRK.   Men sjálvt um tað ikki stendur væl til við sildini í løtuni, væntar ein annar norskur havfrøðingur, Arild Slotte, ið starvast á norska havgranskingarstovninum, at sildin fer at koma aftur í stórum nøgdum. Fyribils metingar benda á, at meira ársyngul av sild er í Barentshavinum enn í mong ár.

-Vit síggja tekin um, at ársins ársklassi í Barentshavinum er sera góður. Hetta kann vera tekin um, at ein ársklassi kann koma inn í gýtingarstovnin um trý til fýra ár, sigur hann.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið