Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Norra: Stórt inntøkufall frá oljuni





Inntøkurnar hjá Norra frá olju- og gassvirkseminum fara at falla við 100 miljardum krónum frá 2012 til 2015.

Í 2012 vóru inntøkurnar frá olju og gassi upp á 395 miljardir. Í ár verða inntøkurnar frá størstu útflutningsvinnuni í Norra meira enn 50 miljardir krónur lægri ella 344 miljardir krónur, vísa útrokningar á norsku fíggjarlógini, ið varð løgd fram í gjár.

Longu í 2014 verður roknað við, at inntøkurnar fella 30 miljardir krónur aftrat til 314 miljardir krónur, skrivar Stavanger Aftenblad .

Í 2015 verða inntøkurnar frá olju og gassi niðri á 282 miljardum krónum sambært spádómunum í fíggjarlógini - meira enn 100 miljardir lægri enn í 2012.

Stjórnin sigur í viðmerkingunum til fíggjarlógina, at oljuprísurin fer at lækka niður í 635 krónur fyri tunnuna í ár og til ávikavist 600 og 535 krónur í 2014 og 2015.

– Í norra fellur oljuframleiðslan, so seinastu árini hava vit verið heppin við, at oljuprísurin hevur verið so høgur. Tað krevst ein skýhøgur oljuprísur í framtíðini til tess at viga upp fyri fallunum í oljuframleiðsluni, sigur oljugreinarin Thina M. Saltvedt í Nordea Markets.

Stjórnin sigur í fíggjarlógini, at stórur ótryggleiki er í gongdini á oljumarknaðinum í framtíðini, bæði hvat eftirspurningi og útboði viðvíkur.

Búskaparvøksturin í Kina og øðrum búskapum, ið eru á veg fram, er minkaður, og útlitini eru minni góð í framtíðini. Ein afturgongd í búskapinum í hesum londunum fer at hava stórar avleiðingar við sær fyri oljuprísin, verður sagt.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið