Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Norðurlandaráðið: Sjúrður vil síggja uppskotið frá donsku stjórnini





Føroyar fingu í fjør noktandi svar uppá umsóknina um fullgildugan limaskap i Norðurlandaráðnum. Danska stjórnin lovaði í tí sambandi at koma við uppskoti um at styrkja støðu Føroya í norðurlendska samstarvinum. Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, krevur nú svar frá donsku stjórnini.

Í november í fjør gjørdi Norðurlandaráðið av, at føroyska ynski um fullgildugan limaskap ikki skuldi gangast á møti. Víst var til ymiskar formligar, juridiskar forðingar. Heilt úrslitaleys var umsóknin tó ikki, tí danska stjórnin lovaði í sama viðfangi at koma við uppskoti um, hvussu føroyska støðan í norðurlendska samstarvinum kundi styrkjast.

- Hesum uppskoti hava vit bíða eftir síðani í november í fjør. Eg havi tí biðið Karen Ellemann greiða mær frá, hvussu stjórnin heldur, at støðan hjá Føroyum skal styrkjast í norðurlendskum høpi. Tað hevur týdning at fáa hetta staðfest, soleiðis at Føroyar skjótast gjørligt kunnu fáa eina sterkari rødd í Norðurlandaráðnum, sigur Sjúrður Skaale.

Karen Ellemann er danski ráðharrin fyri norðurlendskum samtarvi, og Sjúrður Skaale hevur sett henni hendan spurning:

Spørgsmål: Kan ministeren oplyse, hvorledes regeringen foreslår at styrke Færøernes deltagelse i det nordiske samarbejde yderligere, således som det i november 2016 blev bebudet i forbindelse med beslutningen om ikke at bifalde Færøernes ansøgning om fuldgyldigt medlemsskab af Nordisk Råd?

Skriftlig begrundelse: Ifølge en nyhed på www.norden.org af 29. november 2016 oplyste den danske regering følgende i forbindelse med beslutningen om ikke at imødekomme Færøernes ønske om fuldgyldigt medlemsskab i Nordisk Råd: "Danmarks samarbejdsminister, Peter Christensen, informerede i den forbindelse om at Danmark vender tilbage med et forslag som kan styrke Færøernes deltagelse i det nordiske samarbejde yderligere.”

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið