Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Nógv og vøkur sjósíl í Sandsvatni







Líkt er til, at stovnurin av sjósílum í Sandsvatni er farin at menna seg aftur, eftir at vatnið er vorðið reinari, nú færri kloakkir renna út í vatnið.

Tað sigur ein av royndastu sílafiskarum okkara, havnarmaðurin á Argjum, 62-ára gamli Hans Joensen.

Hann hevur  fiskað síl á Sandsvatni á hvørjum einasta ári, síðani hann var 12-ára gamal.

-Fyrstu ferð, eg var har suðuri, var saman við listarmálaranum Sigmundi Petersen – á prutli, greiðir Hans Joensen flennandi frá.

Síðani hevur hann verið her suðuri millum 15 og 25 ferðir um árið í somu ørindum, mest einsamallur, onkuntíð tó saman við øðrum.

-Í summar vóru nógv og vøkur sjósíl í Sandsvatni, sum vigaðu millum trý og fimm pund. Tey gýta har uppi og fara síðani til havs aftur í januar, sigur Hans Joensen, sum eisini letur væl at støðuni í Norðrara Hálsavatni.

-Har vóru eisini nógv og vøkur brún síl í summar við góðari stødd, upp til tvey pund. Og í Lítla vatni vóru sílini heldur størri enn vanligt, møguliga tí tey eru færri í tali. Har var støddin upp til hálvtriðja pund.

Allastaðni sóust nógv fólk standa og fiska.

Setir alt út aftur

Spurdur, hvussu mong síl hann hevur fiskað á óteljandi ferðum sínum í Sandoynni hesi hálvthundrað árini, sigur klædnasølumaðurin í Havn, at tað hevur hann ikki ánilsi av.

-Tað munnu ið hvussu er vera væl omanfyri túsund tilsamans, leggur hann so aftrat.

-Hevur tú etið øll sjálvur?

-Ikki eitt tað einasta!

-?

-Nei, eg havi ikki etið eitt einasta síl, sum eg havi fingið á tráðuna, endurtekur Hans Joensen.

-Hvat gert tú so við tey?

-Seti tey út aftur, so tey kunnu vaksa seg stór og sterk! Sporturin er tað týdningarmesta fyri meg í hesum. At fáa eitt síl á, kunna halda á tí og síðani sleppa tí avstaðaftur, tað er bót fyri sálina, slær royndi sílafiskarin fast, áðrenn hann aftur noyðist at fara at avgreiða ein ótolnan kunda.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið