Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Minnilutin Sands kommunu: Uppskot til samtyktar um at útvega teldlar til undirvísingina í Sands Skúla









Sands Kommuna hevði sum aðalmál, tá farið var undir at gera nýggja barnaskúlan á Sandi, at hann skuldi vera útgjørdur við bestu tøknini, tá um frálæruhentleikar ræður. Talgildar og teldutøkar talvur, vóru tí náttúrligur útbúnaður, eins og nýggj arbeiðssett av teldum vóru útvegaði skúlanum.

Tíðin er nú eftir okkara tykki búgvin at flyta skúlaútgerðina eitt fet framá, og møta næmingaførleikanum, har hann longu er í gerandislívinum.

Vit skjóta tí upp at Sands Kommuna útvegar Sands Skúla játtan og heimild at útvega sær teldlar (I-pad ella tablet) til at nýta í skúlatíðini. Einki er at ivast í at flestu næmingarnir, nýta teldil heima við hús, ella saman við vinfólkum, og tí er verður teldilin eitt náttúrligt framhald og amboð í frálæruni, bæði hjá lærarum og næmingum.

Umframt at útvega teldlar til næmingarnar, umleið 50 eintøk, verður eisini skotið upp at lærararnir harumframt fáa teldil til undirvísingaramboð. Somuleiðis verður skotið upp, at lærararnir fáa frálæruskeið í nýtslu av teldlum.

Mælt verður til at skúlaleiðarin skipar regluverk og leiðbeining fyri nýtslu av teldlunum.

Virðingamest vegna Lista C.

Páll á Reynatúgvu, kommunustýrislimur

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið