Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Miðflokkamenn ynskja selja banka – uppskot á tingi dag





Miðflokkurin brennur fyri at selja almenna partin av  Bank Nordic og hevur lagt uppskot á ting í dag, sum eisini kemur fyri seinnapartin.

Í viðmerkingum til hetta uppskot siga teir báðir, Jenis og Bill, tingmenn m.a, at skoti verður upp, at landsstýrismaðurin selur almenna partin av Bank Nordik. Sølupeningurin skal brúkast til at veita lagaliga fígging til persónar og familjur, sum ikki fáa bústaðarlán á verandi lánsmarknaði. Váðin er ikki serliga stórur, tí við trygd í sethúsaognum munnu sethúsalán vera tryggastu lán á marknaðinum. Við hesi heimild ger landsstýrismaðurin sjálvur av, hvussu hann skipar fíggingina. Ein møguleiki at at lata Bústaðir umsita lagaligu bústaðarlánini sum serskild lánitilboð. Ein annar møguleiki er at lata verandi peningastovnar umsita lagaligu lánini serskilt. Og ein triði møguleiki er, at landsstýrismaðurin við innkomna peninginum fyri partabrævasøluna setir á stovn almenna bústaðarfígging at veita lagaliga bústaðarfígging.

Løgtingsfundur er í dag kl. 13:30

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið