Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Grøðir fólk og vísir vegin til Jesus





Í vikuskiftinum hava føroyingar fingið eina ættiliga forvitnisliga vitjan, tá danin Hans Berntsen kom til landið. Fyrrapartin tók hann vertirnar í útvarpinum á bóli tá ið hann lekti annan teirra. Jesus livir!.

Hans Berntsen er ein vanligur maður, sum í síni tíð var stjóri hjá bilafyritøkuni Volvo í Danmark. Hann hevur haraftrat fingið ta andaligu gávuna at biðja fyri fólki sum hava tørv á forbøn til likams og sálar. Tey seinastu mongu árini hevur hann tí bert ferðast runt og hildið frelsu og grøðingarmøtir.

Nú hann vitjar í Føroyum fer hann at hava fleiri møti, har boðið verður til frelsu og grøðing – alt undir skipaðum viðurskiftum.

- Eg veit av royndum, at øll sum tað verður biðið fyri, fáa nakað gott burturúr tí. Eg vil tó leggja dent á, at tað er ikki nøkur serlig megi í mínum hondum, men hjá Gudi er alt gjørligt.

- Tí kann eg við stórari frímóð biðja fyri øllum fólkum, sigur Hans Berntsen.

Vitjað verður í Vági, á Viðareiði, í Klaksvík og í Havn. Hans Berntsen fer av aftur landinum mikudagin.



GUDS KÆRLEIKI

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Hans Bernsen vitjar í Føroyum. Hann hevur verið her fleiri ferðir áður, eins og hann hevur vitjað í fleiri ymiskum heimspørtum.

Nú eru tað so hesi fýra støðini í Føroyum sum hann vitjar. Møtirøð hansara byrjar fríggjadagin við møtum í Frelsunarherinum í Vági, - fyri monnum kl. 9:30 og um kvøldið kl. 21 við almennum møti á sama staði.

Leygarkvøldið fer hann allan vegin norður til Viðareiðis, har møti verður í skúlanum í bygdini kl. 19:30. Sunnukvøldið kl. 18 verður møti í Soli Deo Gloria í Klaksvík og mánakvøldið kl. 19:30 í KFUM/K í Klaksvík. Seinasta møtið á hesum sinni verður í Oasuni í Hoyvík týskvøldið kl. 19:30.

Hans Berntsen gleðir seg til at vitja oyggjar okkara enn einaferð.

- Møtini verða hildin, við tí fyri eyga at boða Guds kærleika, og um, hvussu gleðiboðskapurin kann broyta og grøða menniskju gjøgnum persónliga forbøn, verður sagt.

Útlendskir miðlar hava víst hesum møtum ans. Millum annað hevur Danmarks Radio havt sendingar við honum, har teir hava tosað við Hans Berntsen og við fólk sum hann hevur biðið fyri – og sum eru vorðin frísk, eisini við vísindaligum prógvum.

Ein leinkja til eitt slíkt dømi er viðheft her niðanfyri:

https://www.youtube.com/watch?v=aVgUZX5hLSY



© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið