Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Marine Harvest besta úrslit





Alifyritøkan Marine Harvest hevði besta úrslitið hjá smoltstøðum og alistøðum á sjónum í Føroyum í 2016, Tað skrivar kvf.fo

Tvey úrslit verða heiðrað. Besta úrslit hjá smoltstøðum verður avgjørt eftir lægsta byrjanarfellinum, tá smoltið er komið á sjógv.

Besta úrslit fyri alistøðir á sjónum verður avgjørt eftir einum effektivitetsindeksi, sum er grundað á vøkstur og fóðurnýtslu.

Lítið felli á Hellunum

Smoltstøðin hjá Marine Harvest á Hellunum hevði besta úrslit fyri smoltstøðir, og alistøðin hjá Marine Harvest í Haldórsvík hevði besta úrslitið fyri alistøðir á sjónum.

Fellið á smoltstøðini hjá Marine Harvest á Hellunum var 0,80 prosent. Hjá Bakkafrosti á Norðtoftum var fellið 4,04 prosent, og hjá Hiddenfjord á Fútakletti var tað 4,97 prosent.

Hjá alistøðini hjá Marine Harvest í Haldórsvík er indeksið 125,7 í fjør. Bakkafrost við Kunoyarnes hevði 117,2, Hiddenfjord í Vestmanna 117,1 og hjá Hiddenfjord í Sørvági var indeksið 112,4.

Hendan gamla myndin er av virkseminum hjá Marine Harvest á Sandi  Ikki er greitt um virksemið heldur fram á Sandsvág nú ongin laksur er meiri í ringunum.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið