Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Mæla til at gera m.a. Dalstunnilin









Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg heita nú á  landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um at gera tunlar til bygdirnar Dal, Fámjin, Gjógv og Tjørnuvík.



Í viðmerkingar verður sagt.

Sum liður í at menna samferðslukervið í landinum var í mong ár eitt vælvirkandi borilið hjá Landsverki. Uppgávan hjá liðnum var at gera tunlar, og dentur var lagdur á at gera tunlar til einamest avbyrgdu og fjarskotnu bygdirnar í Føroyum.

Feskasta dømi um arbeiðið frá ágrýtna liðnum er Gásadalstunnilin. Áðrenn tað eru fleiri aðrir tunlar, einamest í Norðoyggjum, sum eru væl úr hondum greiddir frá boriliðnum.

Arbeiðsgongdin hjá boriliðnum gjørdi ikki nógvan háva av sær, men álítandi. Við gamla borivogninum, boraðu og sprongdu teir seg gjøgnum metur eftir metur av føroysku fjøllunum. Ikki tað øgiliga tíðartrýstið, men fyri ávísa játtan árliga varð vunnið betri vegakervið til bygdir, har kost/nyttu kanningar neyvan høvdu stuðla upp undir tunnilsætlanirnar.

Boriliðið varð eitt beinleiðis úrslit av grundhugburðinum aftanfyri gamla Landsverkfrøðingsstovnin, har aðalmálið var at binda bygdir saman, og at gera nøktandi farleiðir til øll búpláss í landinum. Einki er at ivast í, at tørvur framvegis er á einum líknandi boriliði, tí framvegis eru bygdir í landinum, sum avgjørt hava tørv á at bøta um mangan hættisligu farleiðirnar til nakrar av okkara mest avbyrgdu bygdum.

Dalur, Fámjin, Gjógv og Tjørnuvík og møguliga aðrar við eru bygdir, sum høvdu fingið ovurstórt gagn av at byrja arbeiðið av nýggjum við einum boriliði hjá Landsverki.

Nýggjur borivognur má útvegast, men ikki er óhugsandi at hesin kann fáast til vega brúktur, og harvið tað bíligari enn ein nýggjur.

Uppskotssetararnir meta tað sera rímiligt at byrja hettar arbeiðið aftur beinanvegin og mæla til at seta av 15 mió. kr. árliga at bora fyri. Mælt verður somuleiðis til at raðfesta arbeiðið í einari tíðarfestari ætlan, har tey, sum framvegis búgva í áðurnevndu bygdum, fáa eina grundaða vón um betri farleið í framtíðini.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið