Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Livandi í Kristi









Johannes Danielsen, skrivar

Tí at við tað at deyðin kom við eini menniskju, kemur eisini uppreisn av deyðum við eini menniskju. Tí at líkasum øll doyggja í Ádami, soleiðis skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristi. (1 Kor. 15, 21 – 22)

Við hesum orðum frá Skriftini galt tað uppreisn frá deyða. Tað er ein av teimum stóru spurningunum í trúnni, sum vit hava ringast við at góðtaka. Tað sýnist heilt ótrúligt, at likam okkara skal standa upp, við Jesu afturkomu, hóast tað er rotna í jørðini, er blivið brent til øsku, ella er upployst í havinum.

Men vit eiga at minnast til, at Kristus kom við einum endamáli, at geva okkum alt tað aftur, sum vit mistu, tá Ádam syndaði, og fyri at endurreisa alt, sum bleiv oyðilagt við syndafallinum.

Vónandi hevur tú funnið náði hjá Gudi, so at tú trýrt Skriftini, tá hon sigur um Ádam og Kristus: “Eins og tað tí fyri eins mans misgerð kom til fordømingar fyri øll menniskju, soleiðis er tað eisini fyri eins mans rættlætis verk komið til rættvísgeringar til lívs fyri øll menniskju. Tí at líkasum tey nógvu vórðu syndarar við ólýdni hins eina mans, soleiðis skulu eisini tey nógvu verða rættvís við lýdni hins eina.” (Róm. 5, 18 – 19) Men tá mást tú vita, at vit ikki hava loyvi ella orsøk til at býta sundur Krists gerningar, so vit bert eru nøgd við at trúgva einum parti av tí, sum Hann hevur veitt okkum aftur! Tí hann kom veruliga fyri at endurvinna okkum alt tað, sum vit mistu við syndafallinum. Og við syndafallinum kom ikki bert syndin og fordømingin yvir Ádam og okkum, men eisini deyðin!

Kristus hevur so statt sigra yvir øllum okkara fíggindum, so teir ikki meira kunnu skaða okkum. Tað galt bæði syndina, djevulin, deyðan og fordøming.

Men tað er fjalt fyri okkum, so leingi vit liva her í heiminum. Fyri at venja og styrkja trúgv okkara, har Gud ikki hevur tikið burt allan tann ónda mótstand í lívi okkara.

Tað fevnir um syndina, sum støðugt sannast á ein slíkan hátt, at eg má falla í vónloysi yvir hana, um eg ikki hevði trúnna, at halda meg til og sannførdur meg um, at Gud hevur sagt sín dóm yvir syndina, tá hann læt dómin ráma Jesus, og at mín synd tí ikki fær Gud til at fordøma meg, tá eg eri í Kristi.

Tað fevnir um djevulin, sum eg síggi og kenni leika í mær sjálvum og øðrum menniskjum, so tað tikist ringt at trúgva, at hann er yvirvunnin av Kristusi. Men tí, at Jesus hevur sagt, at tað er so, so trúgva vit tí!

Og tað fevnir um deyðan: Jesus segði í reiðum orðum: “Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.” (Jóh. 11, 25) Tí trúgva vit tí!

Stórt undurverk! Syndin skal ikki fordøma meg, djevulin skal ikki skaða meg, og deyðin skal ikki eiga meg, tí Jesus Kristus frelsir fult og heilt!

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið