Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Tryggingarfelagið LÌV á Deplinum í Skálavík







Liv eitt sunt LÍV - 15. mai kl.20.00-2.00 Depilin í Skálavík

Vit leggja tryggingar og eftirlønir frá okkum eina løtu og fara í staðin at leggja dent á sunnan lívsstíl og góða heilsu. Í hesum sambandi fara vit á rundferð í Føroyum og bjóða tær og tínum til eitt hugnakvøld við fyrilestrum, góðum tónleiki og sjálvandi einum góðum kaffimunni og køku. Tiltakið er ókeypis og eru øll vælkomin!

Her vera vit:

12. mai kl.18.00-20.00 Seglloftið Tvøroyri

13. mai kl.19.00-21.00 62N Airport Hotel Vágar

14. mai kl.19.00-21.00 Norðurlandahúsið Tórshavn

15. mai kl. 20.00-22.00 Depilin í Skálavík

Skráin:

19:00

Stjórin bjóðar vælkomin

19:10

trivnaður og lívsgóðska

Jóhannus á Rógvi Joensen fer at halda fyrilestur um lívsgóðsku. M.a. tosar hann um manglandi trivnað, vaksandi strongd og avleiðingar av hesum. Síðan kemur Jóhannus at geva okkum einføld amboð til at styrkja bæði kropp og sinn.

19:50

Steðgur

Í steðginum bjóða vit kaffi/te, køkur og frukt. Eyðun Nolsøe kemur at spæla nøkur løg fyri okkum.

20:10

Rørsla og motivatión

Magni Mohr fer at halda fyrilestur um rørslu sum heild. M.a greiðir hann frá kropsligari og sálarligari venjing, hvussu venjing ávirkar okkum og motivatión. Eisini kemur hann at greiða frá lívsstílbroytingum.

21:00

Endi

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið