Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Linda Andrews live á Reinsarínum





Konsert við Lindu Andrews og live bólki leygarkvøldið 15 apríl á Reinsaríðinum kl. 20:00!

Leygarkvøldið t. 15 apríl kl. 20:00 fer Linda Andrews at hava konsert á Reinsaríðinum í Havn. Við á pall hevður Linda 3 fantastiskar tónleikarir og tað verður ein forkunnug konsert.

Um konsertina sigur Linda: "Eg havi eina nýggja útgávu á veg, og eg fari at syngja nakrar sangir av tí útgávuni, og sjálvandi syngi eg onkrar eldri sangir eisini. Tað verður ein konsert, har eg fari at hava fokus á mín inniliga kærleika til tónleik, og eg havi góðar tónleikarar afturat mær. Vit fara ordiliga at njóta løtuna saman við áhoyrarunum, sigur Linda Andrews.

Tónleikarir eru: Christian Asmussen frá DK, Raciel Torres frá Cuba og Arnold Ludvig frá Føroyum.

Linda hevður útgivið 5 fløgur og selt dubult plantin. Í apríl mánaði útkemur ein spildur nýggj spennandi útgáva frá Lindu.

Á konsertuni vera bæði nýggj løg og eldri løg at hoyra, men eisini vera nøkur kend løg.

Linda er, umframt at vera ein framúrskarandi songkvinna við einari rødd í heimsklassa, eisini kend fyri at fáa áhoyrarnir við.

Atgongumerkir á 120,- kunnu keypast á heimasíðini hjá Reinsaríðinum www.reinsariid.fo/reinsariid/forkunnug-konsert-vid-lindu-andrews/ ella á ferðaskrivistovuni í Steinatúnið.

Tann málaða myndin sum er viðheft her í mailinum er kápumyndin til tað nýggju útgávuna hjá Lindu og er málað av listakvinnuni Anniku Á Lofti.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið