Næmingar ov móðir og lærarar ikki nóg góðir
Um almenna áskoðanin er, at næmingar skulu vera minni í skúla, so teir orka betri í frítíðarskúla, ella/og at lærarar skulu arbeiða minni, tí teir ikki hava nóg góða undirvísing, so er hetta eitt risa afturstig fyri okkum øll.
Trivnaður og tað fakliga
Føroyski fólkaskúlin er farin í summarfrí. Góða og ljósa veðrið gevur bæði næmingum og lærarum orku at fyrireika komandi skúlaár, og á mangan hátt er júst hendan tíðin avgerandi fyri, hvussu komandi ár fer at ganga.
Eingin ivi er um, at føroyski fólkaskúlin hevur stóran týdning fyri land okkara. Hetta er ein lærustovnur við einum ávísum endamáli. Næmingarnir skulu brynjast til lívið, og tí er fyrireiking og almenn virðing avgerandi.
Skúlin stendur ikki fyri ansing av næmingunum. Tímarnir børn og ung eru í skúla hava eitt mennandi endamál, har trivnaður og tað fakliga eiga at ganga hond í hond.
Almenna prátið
Eftir fyrstu PISA royndirnar fingu vit - á mangan hátt - eitt gott og sakligt kjak um føroyska fólkaskúlan. Semja var um, at tað skuldi setast inn, so vit í komandi royndum skuldu standa okkum betri. Nú vit síggja framgongd, lærarar gera eitt gott arbeiði, tykjast tey, ið vara av føroyska fólkaskúlanum at hava fingið maktarloysi.
Vitjaði í morgun heimasíðuna hjá Skúlablaðnum. Har veðrur víst á, at tað er trupult hjá lærarum at veita nóg gott innihald og góða dygd í undirvísingina, tí tímarnir eru ov nógvir. Samstundis verður víst á, at børnini eru ov móð, tá tey koma í frítíðarskúla. Víst verður eisini á, at næmingarnir ganga kanska ov nógv í skúla, og tí skal skúladagatalið endurskoðast. Sum um hetta ikki er nóg mikið. Víðari verður lagt upp til, at skúlarnir nú skulu hava eina viku vetrarfrí. Tí tað fer at spara pening.
Stolti lærarin ristir við høvdinum. Eg siti við bankandi hjarta og lesi. Hvar er almenna virðingin fyri lærarunum og skúlanum? Nú eru lærarar ikki nóg góðir og næmingarnir eru ov móðir. Havi hug at halda, at hetta er láturligt.
Skúli krevur eina mennandi dagsskrá
Eitt alment tilboð til børn og ungdóm, sum fólkaskúlin er, gevur onga meining,um stovnurin ikki er ein lærustovnur, sum fær frið og tíð at arbeiða eftir endamálinum. Hava onga grund at halda, at leiðslur og lærarar ikki eru førir fyri at standa fyri hesi tilboði.
Um almenna áskoðanin er, at næmingar skulu vera minni í skúla, so teir orka betri í frítíðarskúla, ella/og at lærarar skulu arbeiða minni, tí teir ikki hava nóg góða undirvísing, so er hetta eitt risa afturstig fyri okkum øll.
Tóra við Keldu
hjarta@kallnet.fo
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |