Hvat vistu, politikarar & Føroya landsstýri.?

12-06-2010 21.40.32

Um deyïligu sjúkuna CTD, tey seinastu 15. árðini.?


Tað er nú greitt, aftan á at hava skriva um lívshættisligu sjúkuna CTD, í meir enn eitt ár, at als eingin áhugi er polittiskt, at koma við einum ummæli um hettar mál, eingin politikari hevur enn sagt ella skriva hvat í framm er farið hesi seinastu 15. árðini.

 

Tað er ótrúligt, at eitt so stórt álvarsmál ikki hevur størri áhuga hjá føroysku politikarunum, sum dagliga illneitast í fjølmiðlunum, um alt og einki.

 

Einstakir fyrispurningar eru settir til núverandi Landsstýrismann í heilsumálum Aksel Johannesen, sum var tann persónur sum gjørdi eina kanning av CTD møguliga, landsstýrismaðurin kann sjálvandi ikki svara fyri, hvat undanfarnu landsstýrismenn í heilsumalum vistu um sjúkuna CTD, og tí kann hann heldur ikki svara fyri alla teir politikarar, sum hava siti við ábyrgd tey seinastu 15. árðini.

 

Tað átti at verið ein sjálvfylgja, at teir Løgmenn og teir politikarar sum mannaðu Føroya Landstýri og sum sótu við ábyrgd øll hesi árðini og kanska serliga teir Landsstýrismenn í heilsumálum sum hava siti seinastu 15. árðini, komu fram við eini fullfíggjaðari frágreiðing um gongdina í hesum málið, viðvíkjandi lívshættisligu sjúkuni, Carnitin Transporter Defekt – CTD.

 

Tað er eisini greitt, at politikarar eins væl og yvirlæknar vistu alt um hesa sjúku, sum var funnin í Føroyum í 1995.

 

Frá. 1994-1996. Løgmaður, Edmund Joensen. Landsstýrismaður í heilsumálum, Andreas Petersen.

 

Frá. 1996-1998. Løgmaður, Edmund Joensen. Landsstýrismaður í heilsumálum, Axel H. Nolsøe.

 

Frá. 1998-2002. Løgmaður, Anfinn Kallsberg. Landsstýrismaður í heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, frá, 2001. Sámal Petur í Grund.

 

Frá. 2002-2004. Løgmaður, Anfinn Kallsberg. Landsstýrismaður í heilsumálum, Bill Justiniussen.

 

Frá. 2004-2008. Løgmaður, Jóannes Eidesgaard. Landsstýrismaður í heilsumálum, Hans Pauli Strøm.

 

Frá. 2008, Løgmaður, Kaj Leo Johannesen. Landsstýrismaður í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, frá, 2009. Aksel V. Johannesen.

 

 

John Jensen

Esbjerg tann. 12.06.2010

www.johndk.dk

jojendk@yahoo.dk


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin