Hví ikki, at melda greitt út spyr Sniálvur
Flotin verður heilt vist lagdur og menn fara til hús
Í sambandi við at Búskaparráðið við nærum leikmonnum hevur meldað út, at sjómannafrádrátturin og inntøkutrygdin eigur at avtakast skjótast gjørligt. – Eitt er vist, at vit sjómenn góðtaka ikki hesa hugsan, sum Búskaparráðið er komið við sigur Sniálvur Røvilsberg, sum er sjómaður og limur í Fiskidagaskipanini. Vit hoyrdu og hava hoyrt landsbankastjóran tosa um kreppu nú í fleiri ár har hann sigur eitt í dag og eitt heilt annað í morgin.
Álvaratos, tað vísir seg, at hesir slipsmennirnir als ikki hava skil uppá fiskivinnu, men teir lata sum um at teir hava gott skil.
-Verða fiskimenninir av við inntøkutrygdina og sjómannafrádráttin verður flotin lagdur í stundini og menn fara ikki umborð aftur á skipini. Hvør skal tá mæta slipsmonnunum í Havn sigur Sniálvur.
Eisini undrar tað okkum ikki sørt, sum starvast á sjónum - hví tann politiska skipanini ikki meldar heilt greitt út hvat teir vilja.
Longu nú fara í hópatali av føroyingum yvir til Norra at sigla og hví – jú, har er sjómannafrádrátturin á einum rímiligum støðið.
Tað besta var, at Búskaparráðið fekk møguleikan at manna ein línubát í Føroyum nakrar mánaðir – so fingu teir roynt seg og so vistu hvat teir tosa um.
Sniálvur Røvilsberg
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |