Fátæksligt svar til Jonhard Mikkelsen

07-04-2010 18.48.07

Havi í skjótt fleiri vikur leitað eftir einum hóskandi aftursvari til tíðargreinina, ið Jonhard Mikkelsen skrivar í Sosialinum 16.mars í ár, men tíverri finni eg ikki svarið.


Eli Hentze, skrivar

 

Lesi eg tíðargreinina enn einaferð, skilji eg væl, hví hetta svar mítt er so fátæksligt, at hvørki eg eiheldur tú lesarin fær skil á, hví hetta svarið, ið onki svar er, er komið á prent. Hesin, mín einfaldi og býtti bygdaheilin dugir helst ikki at borðreiða við nøkrum skilagóðum, sum bara líkist eitt vet tí, ið vælútbúnir heilar megna. Tí kapituleri eg fult og heilt. Nú kom eg av óvart at nýta eitt fremmandaorð. Helst av misgávum! Havi nokk hoyrt onkran lærdan, klókan, brúkt hetta orðið, og vil tí tekkjast honum/henni!?

 

Eg biði lesaran so miriliga orsaka fyri tíðarspilluna at lesa hetta onki. Men sakna tit miklan lestur frá lærdum manni, finnið so fram Tíðindablaðið Sosialurin 16.mars 2010 og blaðið upp á síðu 15. Við tí fyrivarni kortini, at tit býttu úti á bygd kanska ikki duga so væl at lesa og skilja hetta, ið Jonhard Mikkelsen hevur at bera fram!

 

Her var væl ikki so nógv at leggja afturat, tíverri! Men sum nevnt omanfyri: orsøkin er einføld. Hevði eg tó bara búð í Havn, so hevði eg helst bæði dugað og vitað betri.

 

Sum skilst høvdu lagnutræðrirnir ikki allir eins langan enda!

 

Eli Hentze, einfaldur og býttur heimasandsmaður, ið fátæksliga royndi at svara Jonhardi Mikkelsen læraraskúlalærara.

 

PS: vóni ikki alt ov nógvar stavivillur hava sníkt seg á reglurnar. Orsaka um so er, men tit skilja væl orsøkina!


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin