Eljustríð...ella agurkutíð!
Endamálið við at nýta rættarinnar veg í ósemjuni, er júst at fyribyrgja persónligum eljustríði,
Tað er einki dulsmál at semja ikki er millum Skálavíkar Kommunu og okkum sum keyptu vinnubygning í Skálavík frá Útnorðurgrunninum í 2007, um hvat slag av vinnuvirksemi kann hýsast í bygninginum. Bygningurin stendur á grundøki hjá Skálavíkar Kommunu.
Í eini roynd at fyribyrgja persónligum og lokalpolitiskum eljustríði, hava vit valt at nýta siviliseraðar rættarvegir, í eini roynd at fáa ein sakligan úrskurð í einum máli, sum valla er nøkrum parti til gagns, sum málið stendur í løtuni.
Málið snýr seg um eina ósemju millum eina kommunu, og nakrar eigarar av einum vinnubygningi. Ein ósemja sum verður loyst innan rættarinnar karmar, um ikki partarnir innan 12. juli gera semju í málinum.
Her er einki “eljustríð millum persónar”, og Linjohn Christiansen og undirritaði tosa saman sum vit altíð hava gjørt, um enn vit umboða ymisk sjónarmið í hesum máli. Enn minni er talan um “Sandoyingar sum stríðast um vinnubygning”.
men í fjølmiðlaverðini er einki at ivast í, at meira vinningur er í yvirskriftum sum “eljustríð”, serliga nú tað er agurkutíð.
Tað er eisini væl skiljandi, nú tað treingist í krubbunum hjá privatu miðlaverðini, at hugurin til mest skakandi og gjógvsetandi yvirskriftirnar veksur, men tað kann gerast stokkutur fløvi, um avleiðingin er snarútsøla av hollum journalistiskum grundvirðum.
Virðingamest
Páll á Reynatúgvu
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |