Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Hátíðardagur í Skopun





Í dag kom løtan tá ið skúlavígslan fór fram í nýggja skúlanum í Skopun, sum stendur á Herðini. Væl av fólki komu til hátíðarløtuna. Gerhard Lognberg, borgarstjóri beyð vælkomin. Síðani sang eitt samansett manskór.

Og so vórðu røður hildnar av m.a. mentamálaráðharranum, borgarstjóranum, Fríðhild Winther, og øðrum góðum fólki. Vit vænta at fáa røðuna frá Rigmor Dam.

Eitt sindur um skúlan

Fyrsti skúli í Skopun varð bygdur í 1872 og fyrsti lærari kom úr Búðini av Sandi, sum nevndist Kristian. Núverðandi skúli er bygdur á Herðini fyri einum 70 árum síðani og skúlastjóri er Katrina Joensen, sum tók við eftir Jógvan A. Johannesen, sála. Katrina lýsti annars søgu skúlans á ein sera góðan hótt undir hátíðarhaldinum í dag.

Vit hava fleiri myndir liggjandi av vígsluni úti á okkara Facebook vanga

Trýst á leinkjuna niðanfyri

https://www.facebook.com/sandoyarportalurin.faroeislands?pnref=story

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið