Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Fíggingin av Sandoyartunlinum komin uppá pláss





Dagurin í dag er ein stórur dagur fyri øll í Sandoynni, tí í dag er sjálv fíggingin av báðum tunlunum komin uppá pláss.

P/f Eystur- og Sandoyartunlar tóku í dag eitt týðandi fet í stóru verkætlanini at gera báðar undirsjóvartunlarnar, tá ið felagið formliga tók av lánstilboði frá amerikanskum lánsveitarum upp á eina samlaða upphædd á 2,6 milliardir krónur til eina fasta árliga rentu upp á 2,73%.

- Talan er um eina sera góða rentu, ið er galdandi alt lánitíðarskeiðið, og hóast altjóða renturnar eru søguliga lágar, so er tað ikki so líkatil at fáa eina so lága rentu í eitt so langt tíðarskeið. Eg eri tí væl nøgdur við hetta lánstilboðið”, sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður í EST.

Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum er somuleiðis væl nøgdur við lánstilboðið.

- Tað hevur verið arbeitt nógv og hart fyri at koma hagar, ið vit eru komin til í dag, og verandi lánstilboð sær út til at gerast ein týðandi partur í tilgongdini fram ímóti, at byggisáttmálin verður undirritaður heilt skjótt”, sigur hann.

Løgtingslimir hava seinastu dagarnar fingið eina støðulýsing av verkætlanini.

Tíðindaskriv frá Samferðslumálaráðið P/f Eystur- og Sandoyartunlar

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið