Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Ásbjørn Matras gevst fyri aldur í Strandferðsluni





Í dag mynstraði Asbjørn Matras av umborð á Sildberanum eftir 30 ára tænastu hjá Strandfaraskip Landins. Fyrrapartin var ein fráfaringarløta hildin umborð á Sildberanum úti í Støð á Sandi. Væl av fólki úr Skúgvi var komið við til løtuna eins og umboð frá Strandferðsluni var við.

Hallur Johannesen ið umboðaði Strandferðsluna handaði gávu og takkaði Ásbjørni fyri trúgva og góða tænastu í reiðarínum. Borgarstjórin í Skúgvi, Harry Jensen takki eisini fyri tíðina og handaði gávu frá øllum úr Skúgvi.

- Vit hava øll verið sera glað fyri teg sum skipara og tað kann eg siga fyri øll í Skúgvi, segði Harry.

Ásbjørn Matras, sum nú verður 70 ár segði at fór at sakna siglingina í byrjanini, Hetta er ein serlig ruta, tí tað kann gerast buldrasligt um fjørðin á vetri, men sera gott at sigla her um summarið - so tað er við ávísum sorgblídni at man nú gevst, segði Ásbjørn.

Vit hava fleiri myndir frá løtuni úti á Facebook vanga okkara sum vit vísa slóðina til niðanfyri

https://www.facebook.com/Sandportal/photos/pcb.594713907400113/594713064066864/?type=3&theater

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið