Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Almenn niðurlaging av Sandoynni





Fyri tíð síðani frættist, at almenna partafelagið Føroya Tele lat aftur sína avgreiðslu í Sandoynni, og harvið tók alla tænastu sína burtur úr lokaløkinum á Sandoynni.

Ein dyggur smeitur fyri brúkaran, tey somu sum eiga almenna partafelagið, og ein smeitur fyri tey sum hýsa virkseminum hjá Telebúðini í hølum teirra.

Í gjár fekk so Sandoyggin enn eitt høgg frá almennu Føroyum.

Øll starvsfólkini á almennu Lívfiskastøðini uppsøgd, vegna lækkandi virksemi.

Fleiri familjur í oynni, sum missa eina góða inntøku, missa sítt lívsgrundarlag í Sandoynni. Nógv avleitt virksemi til handlar og aðrar tænastur í oynni burtur yvir nátt.

Hetta stóra framstig fyri landið og alivinnuna, sum góðir menn fyri Sandoynna løgdu lunnar undir, stendur nú gapandi tómt, tí almennu Føroyar velur at savna sítt virksemi aðrastaðni í Føroyum enn á Sandoynni.

Meðan Tingfólk tosa um at leggja almennar stovnar úti um landið, leggja almennu partafeløgini við vælsignilsi frá Landsstýri og Løgtingi okkara alt virksemi í Sandoynni í oyði, sløkkja og stongja.

Nær steðgar hetta?

Nær vaknar tit í politisku skipanini, og síggja neyðina og órættvísið ið er okkum sunnanfyri Skopunarfjørð fyri?

Nær fáa vit at vita, hvat tit ætla við hesi framúrskarandi perluni í Føroyum, sum bløðir og bløðir?

Nú er nokk!!

Vit eru ein partur av samfelagnum Føroyar, og vit krevja at politiska skipanin tekur støðuna í Sandoynni í álvara.

Vit sakna eina útmelding frá Løgmanni og fólkavaldu umboðunum fyri okkara oyggj, hvat tey vilja við Sandoynni.

Hvussu kunnu tit tigandi hyggja at, meðan lívsgrundarlagið verður tikið undan oynni?

Hvussu ætla tit at tryggja, at Sandoyggin ikki dettur fullkomiliga burturímillum?

Hvat fyri virksemi ætla tit at stovna í Sandoynni, afturfyri tað virksemið ið politiska skipanin hevur tikið frá okkum í seinastuni?

Fólkið í oynni krevur eitt svar frá tykkum sum ráða fyri borgum norðan Skopunarfjørð!!!!

Borgarstjórarnir í Sandoynni

Brandur Sandoy

Gerhard Lognberg

Linjohn Christiansen

Brynhild Sørensen

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið