Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Landsverk fegnast um nýggju bygningskunngerðina





LANDSVERK:  - Góða uppmøtingin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin prógvar, at stórur áhugi er fyri at seta seg inn í nýggju reglurnar fyri bygging í Føroyum. Í sambandi við gildiskomuna av Bygningkunngerðini 2017, skipaði Landsverk fyri kunningardegi fyri bæði byggivinnu, avvarðandi myndugleikum og øðrum pørtum, sum ynskja at seta seg inn í nýggju byggireglurnar.

Tann 1. januar kom í gildi nýggj bygningskunngerð fyri Føroyar, BK17, og í hesum sambandi skipaði Landsverk fyri kunningardegi í Skálanum í Norðurlandahúsinum, har umleið 200 fólk høvdu teknað seg til tær fimm framløgurnar, sum vóru á skránni.

Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni. Síðani fekk Ólavur J. Hansen, løgfrøðiligur ráðgevi á Landsverki, orðið, har hann greiddi frá leiklutinum hjá Landsverki, sum fekk bygningskunngerðina at umsita frá 1. januar. Ólavur J. Hansen kom millum annað inn á, hvat uppgávan at umsita bygningskunngerðina inniber, og hvørjar tænastur Landsverk kann bjóða eitt nú kommunum og øðrum viðkomandi pørtum í hesum sambandi.

Les meiri á niðanfyri leinkju

http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=15939&NewsItemID=15597

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið