Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Kunningarfundur um Horizon 2020





Granskingarráðið skipar fyri kunningarfundi mánadagin 13. januar kl. 14 - 16 á Havstovuni.

Kunnað verður yvirskipað um granskingar og nýskapanarskránna Horizon 2020, sum kom í gildi 1. januar, um vavið av skipanini og um stuðulsmøguleikar. Nøkur ítøkilig útboð fyri ymsu økini verða tikin fram og viðgjørd.

Fundurin er serliga ætlaður granskarum og fyritøkum, sum kundu hugsað sær at søkt stuðul til gransking og nýskapan frá ES, men øll eru vælkomin.

Høvi verður at seta spurningar á fundinum. Til ber eisini at senda okkum fyrispurningar frammanundan á gransking@gransking.fo.

NCP-umboðini hjá Granskingarráðnum leggja fram. Umboðini eru :

Maria Dam - Umhvørvi og veðurlagsbroytingar, Hannes Gislason - Kunningar- og samskiftistøkni, Maria Skaalum Petersen – Heilsa, Jonhard Eysturskarð - Matvørur, landbúnaður, fiskivinna og biotøkni, Maria Húsgarð - NCP-samskipari, Legal & Financial, Orka, Sosial- og búskaparvísindi og hugvísind, Ideas/ERC, People, Science in Society, og Annika Sølvará – National Coordinator, Research Infrastructures

© Leivur Hansen - Sandoyarportalurin
Mest lisið