Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




KRISTINA BÆRENDSEN – Grand Prix í Reykajvík





SKRIVAÐ: poul jóhan djurhuus/gjaranes@gmail.com



Kenda føroyska sangkvinnan, Countrysangarinnan Kristina Bærendsen, verður at hoyra og síggja beinleiðis í Íslendska sjónvarpinum RÚV leygardagin 04. mars, tá seinna umfarið í Íslendsku Grand Prix kappingini verður, og tá vinnararnir til finaluumfarið verða kosnir.

Finalukappingin verður leygardagin 11. mars í Laugardalshøllini í Reykajvík, og verður eisini send beinleiðis í Íslendska Sjónvarpinum RÚV.

Tað er Mark Brink, ættaður úr USA, men búsitandi í Íslandi, sum hevur skrivað sangin, ið Kristina skal syngja. Tá Mark Brink hoyrdi Kristinu syngja á eini konsert á Hafnafjørdinum í apríl í fjørd, sum varð hildin til heiðurs fyri countrysangaran Merle Haggard, sála, tá varð hann so hugtikin av hennara rødd, at hann gjørdi av, at føroyska Kristina skal syngja hansara Grand Prix sang. Mark kendi einki til Kristinu áðrenn tað.

Sangurin, sum Mark Brink skrivaði, og sum Kristina skal syngja, eitur “Tú og eg,” og hon kemur at syngja saman við Íslendska sangaranum Pálli Rósinkranz. Sangurin verður framførdur á Íslendskum sum duet.

Sangurin hjá Mark Brink var millum teir 200, sum vóru sendir inn til kappingina, og hann bleiv ein av teimum 12, sum komu ígjøgnum nálareyga og sostatt innstillaður til Íslendsku Grand Prix sangkappingina.

Vónandi koma Kristina og Páll at vera millum vinnararnar leygarkvøldið, og um so er, so verða tey við til finaluna í Laugardalshøllini leygardagin 11. mars. Tá verður sangurin farmførdur á enskum.

Kristina hevur verið í Reykjavík seinastu vikurnar, har hon hevur fyrireikað seg til sangkappingina, saman við sangarum, tónleikarum, framleiðarum og øðrum. Jákup Zachariassen og hansara steel-guittari verða við á pallinum leygardagin. Kristina er dóttir kenda countrysangaran Alex Bærendsen. Hon er 26 ára gomul, og hon sigur í samrøðu við Sosialin, at skal hon hugsa um at gera seg galdandi uttanfyri tryggu karmarnar á heimavøllinum, so skal tað vera nú, og nú gjørdist  møguleikin ein veruleiki.

Tá finallistarnir frá teimum lokalu Grand Prix kappingunum eru funnir, so verður stóra Euro-Vision átakið í Kiev í Ukreine í døgunum 9, 11 og 13 mai.

Kringvarp Føroya fer at senda beinleiðis frá Grand Prix kappingini leygardagin 04. mars.



© Poul Johan Djurhuus - Sandoyarportalurin
Mest lisið